• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Dukátfiskur (dukátfiskaættin)
Diretmoides pauciradiatus (Woods, 1973)

Stødd: Dukátfiskur verður upp í 50 cm langur.

Dýpi: Hann er frá ovastu vatnløgunum til 1000 m dýpi ella djúpari. Óbúnir fiskar eru ovari og búnir djúpari.

Litur: Hann er svartbrúnligur, ungir fiskar hava silvurfarra.

Teinar: R 24-28; G 18-22;

Lýsing: Dukátfiskur er smalur, há- og stuttvaksin. Hann hevur stórt høvd og stór eygu. Hann hevur beinryggir ovast á kápuni, upprendan kjaft, ið kemur akkurát inn undir fremru rondina á eygunum. Hann hevur eina langa ryggfjøður og eina heldur styttri gotfjøður. Hann hevur sýldan stert.

Eyðkenni: Høvuðlongdin er minni enn høvuðhæddin. Hann hevur stór eygu, og gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Búkfjaðraendarnir røkka ikki aftur til gotfjøðurina. Beinteinar eftir kápuni.

Týdningur: Hann hevur lítlan ella ongan vinnuligan týdning.

da: Dukatfisk, en: Longwing spinyfin, fr: Dirette aile longue

Útbreiðsla: Dukátfiskur sløðist norður í Davisfjørð og Grønlandsfjørð. Ein er fingin undir Føroyum. Sum heild sjáldsamur í Landnyrðingsatlantshavinum. Hann er annars í tropisku og subtropisku høvunum, frá Florida til Norðurbrasil, í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Serkafiskar Beryciformes

Hesin hópurin hevur 7 ættir við 29 slektum og 144 sløgum.

Undir Føroyum eru 3 ættir, ið hava 3 slektir og 5 sløg:

  • Dukátfiskaættin (Diretmidae)
  • Búrfiskaættin (Trachichthyidae)
  • Serkaættin (Berycidae)

Teir eru smalir og nakað hávaksnir fiskar.

Summir hava eina ryggfjøður, aðrir tvær, flestu við beinteinum í framparti av ryggfjaðrunum. Eina gotfjøður, ofta við beinteinum fremst, flestu við stórum, sýldum sterti. Serkafiskar eru djúpvatnsfiskar, silvurblankir, reydligir og brúnsvartir.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017