• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Fagurserkur (serkaættin)
Beryx splendens Lowe, 1834

Stødd: Fagurserkur verður upp í 70 cm langur, men vanlig longd er um 25-40 cm.

Dýpi: Hann er úr 25 metrum niður á 1300 metrar, vanliga millum 300 m og 600 m. Óbúnir fiskar eru uppi í sjónum. Búnir fiskar eru við botnin, tó fara teir møguliga uppfrá um náttina.

Litur: Hann er fagurreyður um bakið, fjaðrarnar, oman á høvdinum og innankjafta. Hann er bleikari um síðurnar, við silvurliti, serliga um kápuna.

Teinar: R IV + 13-15; G IV + 26-29.

Lýsing: Fagurserkur hevur høgan og smalan kropp. Hann hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður, har fremri endi er beint undir aftara enda á ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar røkka aftur áraka gotið. Strikan er lítið bogin yvir uggafjøðurini. Kropshæddin er 33-40% av standardlongdini.

Eyðkenni: Gotfjøðurin kemur fram undir aftara enda á ryggfjøðurini. Kropshæddin er lægri enn á reyðserki.

Týdningur: Fagurserkur verður ikki veiddur undir Føroyum. Aðrastaðni verður nakað veitt. Hann er góður matfiskur.

da: Pragt-beryx, en: Alfonsino, fr: Beryx long, ís: Fagurserkur, tý: Kaiserbarsch Südlicher

Útbreiðsla: Fagurserkur sløðist til Føroya og Íslands. Hann er vanligur í Eysturatlantshavinum, við Madeira, Kanariuoyggjarnar og Asoroyggjarnar, á Miðatlantsrygginum og á bankum og tindum í Atlantshavinum. Hann er úti fyri Spania, Portugal og suður til Marokko og Suðurafrika. Frá Maine suður í Meksikoflógvan. Hann er í Indiahavinum, í Kyrrahavinum og frá Japan til Avstralia.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Serkafiskar Beryciformes

Hesin hópurin hevur 7 ættir við 29 slektum og 144 sløgum.

Undir Føroyum eru 3 ættir, ið hava 3 slektir og 5 sløg:

  • Dukátfiskaættin (Diretmidae)
  • Búrfiskaættin (Trachichthyidae)
  • Serkaættin (Berycidae)

Teir eru smalir og nakað hávaksnir fiskar.

Summir hava eina ryggfjøður, aðrir tvær, flestu við beinteinum í framparti av ryggfjaðrunum. Eina gotfjøður, ofta við beinteinum fremst, flestu við stórum, sýldum sterti. Serkafiskar eru djúpvatnsfiskar, silvurblankir, reydligir og brúnsvartir.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017