• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Ferhyrnta hornabrosma (hornabrosmuættin)
Enchelyopus cimbrius (Linné, 1766)

Stødd: Ferhyrnta hornabrosma verður upp í umleið 40 cm long, vanliga 25-30 cm.

Dýpi: Hon er úr fjøruni út á 650 metra dýpi.

Litur: Hon hevur lit eftir umstøðunum. Ofta er hon morgrá um bakið og gulgrá-blá niðari. Inni í kjaftinum og táknaholunum er hon blásvørt. Ryggfjaðrarnar og gotfjaðrarnar aftast og sterturin niðast eru myrk við ljósum rondum. Viðhvørt eru eisini myrkir blettir frammi á ryggfjøðurini.

Lýsing: Ferhyrnta hornabrosma er long og mjá. Ein tvørskurður um miðjuna er mest sum rundur. Trý horn eru á gronini, tað mittasta er lítið og situr mitt fyri fremst, og so finnan á lippuni.

Eins og hinar hornabrosmurnar hevur hon eina sera lága ryggfjøður fremst. Hon situr niðri í eini foyru, og fremsti teinur er um tvær ferðir so høgur sum aftara ryggfjøður. Aftara ryggfjøður er long og nakað lág og gongur frá hálvu uggafjøðurini aftur í klingruna. Bæði ryggfjøðurin og gotfjøðurin koma aftur um stertarótina. Búkfjaðrarnar eru stuttar og spískar. Høvuðlongdin er umleið 21% av heildarlongdini. Strikan sæst ikki væl. Hevur fína roðslu.

Eyðkenni: Tey trý hornini á gronini. Tann lága fremra ryggfjøðurin við tí høga teininum fremst. Liturin inni í kjaftinum.

Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Firtrådet havkvabbe, en: Fourbearded rockling, fr: Motelle à quatre barbillons, ís: Blákjafta, no: Firtrådet tangbrosme, tý: Vierbärtelige Seequappe

Útbreiðsla: Ferhyrnta hornabrosma er undir Føroyum og Íslandi. Frá norðara parti av Biskeia til Finnmørkina, í Norðsjónum og Skagerrak til Estlands. Hon er úr norðara parti av Meksikoflógvanum til Nýfundlands og er eisini fingin í Vesturgrønlandi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017