• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Fjaðurfagra havmús (havmúsaættin)
Hydrolagus mirabilis (Collett, 1904)

Stødd: Fjaðurfagra havmús verður upp í 80 cm long.

Dýpi: Hon er úr 450 m niður á 1200 m dýpi.

Litur: Kroppurin er dimmbrúnur. Uggafjaðrarnar eru bláar og ryggfjaðrarnar grønligar. Lýsing: Hon er tjúkk um bulin, klænkar aftur eftir sporlinum, sum endar í einum longum hala. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er høg og stutt við stórum, ramligum píki fremst. Aftara lág og long, lægst á miðjuni, gongur aftur hagar, har sporlið endar, og halin tekur við. Tann sera langi halin er um helvtina av heildarlongdini, hevur lágar fjaðrar, eina undir og eina yvir. Hon hevur ongan stert og stórar uggafjaðrar, ið minna um veingir. Týðiligt skarð er millum aftaru ryggfjøður og ovaru halafjøður. Høvdið er næstan sum bulurin til longdar, rundleitt framman. Hon hevur stór eygu, lítlan kjaft, ið er fremri enn eyguni.

Eyðkenni: Líkist havmús, tó ikki í litum. Einki skarð er í gotfjøðurini sum á havmús. Uggafjaðrarnar lagdar aftur við kroppinum røkka inn undir búkfjaðrarnar. Smáoygda havmús, ið er longur suðuri, líkist eisini, men er dimmari á liti og hevur stuttan hala.

Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Storøjet havmus, en: Large-eyed rabbitfish, fr: Chimére á gros yeux, ís: Digurnefur, no: Blåvinget havmus.

Útbreiðsla: Fjaðurfagra havmús er á djúpa vatninum vestan fyri Evropa og Vesturafrika. Frá Norðurspania til Íslands. Við bankarnar sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Er helst eisini enn víðari um.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Havmýs Chimaeriformes

Í hesum hópinum eru 3 ættir við 6 slektum og 33 sløgum.

Av teimum eru við Føroyar 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum:

  • Nasahavmúsaættin (Rhinochimaeridae)
  • Havmúsaættin (Chimaeridae)

Havmýsnar skilja seg frá øðrum bróskfiskum m.a. við at hava eitt kápuskapilsi uttan á táknunum.

Havmýsnar eru bulmiklar og hava ikki stert. Tær hava tvær ryggfjaðrar. Stóran pík við fremru ryggfjøðurina. Tær hava ikki roðslu. Kallfiskarnir hava ein flytiligan og krókskapaðan útvøkstur í enninum.

Havmýsnar liva um øll høv, niður á stór dýpi.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017