• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Grønakrutt (ulkuættin)
Taurulus bubalis (Euphrasen, 1786)

Stødd: Grønakrutt verður upp í 18 cm langt, undir Føroyum vanliga úr 9 upp í 12 cm.

Dýpi: Tað er úr fjøruni út á 20 metrar. Aðrastaðni er okkurt hendinga tó fingið á 100 metra dýpi.

Litur: Tað er oftast brúnligt, men viðhvørt grønligt ella reydligt, rustlitt, við 4 óregluligum, dimmbrúnum bondum tvørtur um síðurnar. Gulligt er tað niðast um síðurnar og appilsinreytt undir búkinum. Kallfiskar í gýting hava bláhvítar blettir um búkin. Eftir fjaðrunum eru dimm longdarbond. Á uggafjaðrunum eru hvítligir blettir undir. Búkfjaðrarnar eru flekkutar svartar / hvítar.

Teinar: R1 VI-IX; R2 12(11-13); G 9(10); U 15(16); St: 11-12; Ry 30(31).

Lýsing: Grønakrutt hevur stórt høvd, er tjúkkast beint aftan fyri høvdið og mjækkar aftur til klingruna. Tað hevur tvær næstan samanvaksnar ryggfjaðrar, tann fremra við hørðum og hin aftara við bleytum teinum. Gotfjøðurin er umleið so stór sum fremra ryggfjøðurin. Tað hevur stórar uggafjaðrar og smalar og langligar búkfjaðrar. Sterturin er eitt sindur rundaður aftureftir og er hampiliga stórur. Tveir píkar eru framman fyri eyguni og tveir uppi á nakkanum. Tann ovasti av teimum fýra píkunum á kápuni kemur aftur um kantin á kápuni. Píkurin er størri enn eygnatvørmátið og er ikki skræðuklæddur um endan. Strikan er sett við smáum píkum, serliga fremst.

Eyðkenni: Ovasti píkurin kemur aftur um kantin á kápuni. Beinkenda strikan. Onga beinkenda striku oman fyri strikuna, sum lítlakrutt.

Týdningur: Grønakrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Langtornet ulk, en: Long spined sea scorpion – Longspined bullhead, fr: Chabot de mer - Chaboisseau de mer, no: Dvergulke, tý: Seebull - Blauer Seeskorpion

Útbreiðsla: Grønakrutt er rættiliga vanligt undir Føroyum. Frá Norðurnoregi suður í Eystarasalt til Álandsoyggjarnar. Í Norðsjónum, við Bretsku Oyggjarnar, í Biskeiavíkini og inn í Miðjarðarhavið til Genovavíkina.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

  • Kongafiskaættin (Scorpaenidae)
  • Knurrhanaættin (Triglidae)
  • Ulkuættin (Cottidae)
  • Brynjukruttaættin (Agonidae)
  • Huldukruttaættin (Psychrolutidae)
  • Rognkelsisættin (Cyclopteridae)
  • Súgfiskaættin (Liparidae)

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.

Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017