• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Grønlandsgulllaksur (blálaksaættin)
Nansenia groenlandica (Reinhardt, 1840)

Stødd: Grønlandsgulllaksur verður upp í 25 cm langur.

Dýpi: Tað er óvist, hvørjum dýpum hann er á, men helst úr 200 m niður á 1200 m.

Litur: Óvist, men helst er hann silvurblankur. Trolveiddur eru roðsla og litir avfarin, og fiskurin er grásvartur. Óbúnir fiskar hava umleið 6 tvørstrípur um stertin.

Lýsing: Grønlandsgulllaksur er langur og mjáur fiskur. Hann hevur eina lítla ryggfjøður, sum situr frammanvert miðjuna, eina lítla fitifjøður, sum situr oman fyri og aftan fyri ta lítlu gotfjøðurina. Hann hevur smáar búkfjaðrar beint undir ryggfjøðurini, smáar og smalar uggafjaðrar. Hann hevur beina striku mitt eftir síðunum. Hann hevur lítið høvd, lítlan kjaft og stutta gron. Eygnatvørmátið er meira enn tvær ferðir størri enn gronin.

Eyðkenni: Hann hevur klantrasligt vakstrarlag, stuttar fjaðrar og fitifjøður. Stór eygu, stutta gron. Búkfjaðrarnar eru undir aftara parti av ryggfjøðurini.

Týdningur: Grønlandsgulllaksur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Sølvsmelt, en: Greenland argentine – Largeeyed argentine, fr: Serpe du Groenland, ís: Grænlandsnaggur

Útbreiðsla: Grønlandsgulllaksur er á djúpum vatni frá Madeira norður í Grønlandsfjørð. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og eystur úr Norðuramerika. Í Indiahavinum. Annars er lítil vitan um henda fiskin, hann er sjáldsamur. Hann er fingin við Ymirryggin, við Lúsa- og Ytrabanka og á Íslandsrygginum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Glitfiskar Argentiniformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg.

Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:

  • Gulllaksaættin (Argentinidae)
  • Blálaksaættin (Microstomatidae)
  • Angaættin (Platytroctidae)
  • Glámaættin (Alepocephalidae)

Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki.

Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra.

Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017