• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Háfjaðraði stubbi (stubbafiskaættin)
Lebetus scorpioides (Collett, 1874)

Stødd: Háfjaðraði stubbi verður í mesta lagi 4 cm langur.

Dýpi: Hann er á harðbotni, leirbotni ella grótbotni úr 2 m niður á umleið 375 m.

Litur: Hann hevur skiftandi litir, gulligur, gráligur ella reydligur við dimmum marmaraliti, ið lutvíst eru í bandskapi niður á síðurnar, tann aftasti er um klingruna. Ryggfjaðrarnar hava tvørstrípur.

Teinar: R1 VI (VI); R2 I + 9-10; G I + 7- 8.

Lýsing: Háfjaðraði stubbi er lítil fiskur. Bulurin er hampiliga javnt tjúkkur. Sporlið er longri enn bulurin. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er styttri og hægri, aftara er longri og lægri. Gotfjøðurin er lægri men eins long og aftara ryggfjøður. Uggafjaðrarnar eru væl rundaðar í endunum. Búkfjaðrarnar røkka aftur til ella aftur um aftara enda á uggafjaðrunum, eru samanvaksnar og hava ikki skræðulepan, ið er eyðkendur fyri stubbafiskarnar. Hann hevur stór eygu, ið standa upp um ennið.

Eyðkenni: Tann lítli fiskurin. Litbandið við stertarótina. Ongan ’súgvikoppa-skræðulepa’ á búkfjaðrunum.

Týdningur: Háfjaðraði stubbi hevur ikki vinnuligan týdning. Bert yngul er fingið undir Føroyum.

da: Ulkekutling, en: Diminutive goby - Little goby, ís: Dvergkýtlingur, no: Ulkekutling; tý: Scorpiongrundel

Útbreiðsla: Hann er undir Íslandi, Føroyum, við Noreg, í Kattegat og Skagerrak, við Bretagne, vestantil við Ongland og Írland.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017