• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Halahvassa skøta (skøtuættin)
Bathyraja spinicauda (Jensen, 1914)

Stødd: Halahvassa skøta verður upp í umleið 170 cm.

Dýpi: Hon er úr 140 m niður á 1030 metra dýpi.

Litur: Á bakinum er hon ljósabrúnlig til ljósagráblá-brúngrá, onkuntíð næstan svørt. Undir búkinum er hon mjólkarhvít, ofta við ójøvnum gráligum liti fram við ravakantunum og við gotið. Undir halanum er hon oftast sprøklut grá/hvít.

Lýsing: Kropsskivan á skøtuni er heldur styttri enn breiddin millum ravaendarnar. Halin er styttri enn longdin á kropsskivuni. Gronin er nakað spísk, næstan í røttum vinkli, og er 3-4 ferðir longri enn breiddin millum eyguni. Hon hevur stórar, ljósar píkar eftir miðjuni á halanum frá hálvum gotfjaðrunum og aftur til fremru ryggfjøður, umleið 20-26 píkar. Ein stórur píkur er millum ryggfjaðrarnar. Eingir stórir píkar eru aðrastaðni á bakinum. Bakið er hvast av smáum píkum, serliga eftir miðjuni og á halanum. Undir búkinum er hon sløtt.

Eyðkenni: Píkar eru bert á halanum.

Týdningur: Halahvassa skøta verður avreidd sum onnur skøta.

da: Gråskade, en: Spinetail ray, fr: Raie à queue epineuse, ís: Maríuskata, no: Gråskate, tý: Grönlandsrochen

Útbreiðsla: Halahvassa skøta er í køldu høvunum norðanfyri, undir Vesturgrønlandi, Eysturgrønlandi, undir Íslandi, Føroyum, Hetlandi og upp við norsku strondini til Hvítahavið og Svalbarðs. Vestanfyri í Atlantshavinum er hon av George Banka í Davisfjørðin. Undir Føroyum er hon rættiliga vanlig á Íslandsrygginum, í hellingini eystanfyri og á Munkagrunninum, á 400-500 metra dýpi. Hon er eisini á Bankarygginum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017