• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Hemari (hemaraættin)
Lamna nasus
(Bonnaterre, 1788)

Stødd: Í mesta lagi upp ímóti 4 m, tó sjáldan yvir 3 m. Hann kann viga yvir 300 kg, men vanliga stórir hemarar viga um 150 kg.

Dýpi: Uppsjóvarfiskur, vanliga ikki djúpari enn 150 m, men er tó fingin djúpari enn 700 m.

Litur: Myrkt grábláur ella blásvartur á bakinum. Um síðurnar og búkin er hann ljósari. Afturkanturin á fremru ryggfjøðurini og á stertinum er ljósur.

Lýsing: Hemari er tjúkkvaksin um miðjuna og mjækkar út í báðar endar.

Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra situr frammanvert miðjuna, er stór og tríkantað. Hin aftara er lítil og situr heilt aftur móti klingruni, og beint undir henni situr tann eins lítla gotfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru smáar og sita við gotið. Hesar fjaðrarnar eru allar spískar aftureftir. Uggafjaðrarnar eru stórar og minna um bøksl. Hann hevur ‘kjøl’ hvørjumegin klingruna og eitt sindur fram á sporlið, eitt skarð inn í klingruna, bæði undir og yvir, beint við stertin. Hann hevur spískan trón, hvassar, tríkantaðar tenn, sum hava ein lítlan spíss hvørjumegin inni við tanngarðin.

Eyðkenni: Innara hornið á uggafjøðurini røkkur aftur undir miðjuna á tí fremru ryggfjøðurini. Hemari er tjúkkvaksin. Teir serligu ‘kjalirnir’ og skørðini inn í klingruna eyðkenna hemara.

Týdningur: Hemari hevur ofta góðan prís og verður nógv veiddur.

da: Sildehaj, en: Porbeagle, fr: Requin-taupe commun, ís: Hámeri, no: Håbrann, tý: Heringshai

Útbreiðsla: Hemari er báðumegin í Norðuratlantshavinum. Úr Barentshavinum suður til Vesturafrika. Í Norðsjónum og Miðjarðarhavinum. Undir Grønlandi, Íslandi, Føroyum og runt Bretsku Oyggjarnar. Frá Nýfundlandi til New Jersey. Eisini á syðru hálvu, frá Kili, Argentina, Suðurafrika til Avstralia og Nýsælands. Hann er bæði inni við land og á víðum havi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Makrelhávar Lamniformes

Makrelhávarnir er ein heldur lítil, men rættuliga fjølbroyttur hópur av hávum við 7 ættum, 10 slektum og 15 sløgum.

Við Føroyar eru 3 ættir, við einum slagi í part:

  • Revahávaættin (Alopiidae)
  • Brugduættin (Cetorhinidae)
  • Hemaraættin (Lamnidae)

Hetta eru stórir hávar, við tveimum píkaleysum ryggfjaðrum og einari gotfjøður. Teir hava fimm táknarivur, hava ikki eygnalok, og teir hava stóran kjaft, ið røkkur aftur um eyguni. Teir flestu hava andahol.

Teir eru bæði nær landi og langt til havs.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017