• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Hornfiskur (hornfiskaættin)
Belone belone (Linné, 1761)

Stødd: Hornfiskur verður upp í 100 cm í fullari longd.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur. Fer víða, ofta nær landi, men eisini langt til havs.

Litur: Hann er myrkabláur ella grønligur um bakið. Silvurglitrandi bláligur um síðurnar og gulligur undir búkinum. Beinini í honum eru grøn.

Lýsing: Hornfiskur er langur og mjáur fiskur. Kjafturin er eitt langt nev, undirkjafturin er longri enn yvirkjafturin. Hann hevur hvassar tenn. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, ið sita afturi á sporlinum. Tær eru høgar framman og lágar aftan. Uggafjøðurin er spísk, nærum tríkantað. Hann hevur smáar búkfjaðrar, sýldan stert. Strikan situr niðast á síðuni.

Eyðkenni: Tað langa nevið, állaskapið og tey grønu beinini.

Týdningur: Hornfiskur hevur ikki vinnuligan týdning hjá føroyingum, men aðrastaðni verður nakað fiskað av honum.

da: Hornfisk, en: Garfish, fr: Orphie commune, ís: Hornfiskur, no: Horngjel, tý: Hornfisch

Útbreiðsla: Hornfiskur er frá Biskeiavíkini norðureftir í Norðsjógvin, kring Bretsku Oyggjarnar, í Eystarasalti, fram við Noregi til Tróndheims. Hann sløðist norður í Barentshavið, til Íslands og Grønlands. Hann kemur um heystið og tíðliga á vetri í føroyskan sjógv og er tá víða á landgrunninum og langt til havs.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Hornfiskar Beloniformes

Hornfiskahópurin hevur 5 ættir við umleið 36 slektum og 227 sløgum.

Við Føroyar eru tvær ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í part:

  • Hornfiskaættin (Belonidae)
  • Saurifiskaættin (Scomberesocidae)

Skjóttsvimjandi uppsjóvarfiskar, smidligt skap, og kjaftarnir eru langir, minna um fuglanev. Hjá onkrum sløgum er beinagrindin grønlig.

Ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru aftarlaga á sporlinum.

Onkur sløg hava smáfjaðrar aftast á sporlinum, frá stertinum og fram til ávikavist ryggfjøðurina og gotfjøðurina.

Nøkur sløg í hornfiskahópinum liva í feskvatni, onnur í blandingsvatni, men tey flestu liva í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017