• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Hvítaskøta (skøtuættin)
Raja lintea Fries, 1839

Stødd: Hvítaskøta verður upp í 124 cm long.

Dýpi: Hon er úr 150 m niður á 650 m.

Litur: Um bakið er hon brún- ella blágrá, viðhvørt rættiliga dimm. Undir búkinum er hon hvít, oftast við tveimum blágráum blettum við gotið. Hon er blágrá fram við ravakantunum aftanfyri ravahornini. Undir halanum er hon hvít fram við kantunum, og ein grá strípa er eftir allari miðjuni.

Lýsing: Gronin er spísk og long, umleið 3,5 ferðir ennibreiddina. Vaksnir fiskar hava eitt rað av hvítum píkum, millum 42 og 51, mitt aftur eftir bakinum og út á halan. Eitt ella fleiri óreglulig røð av píkum eru á síðunum á halanum. Tveir stórir píkar eru á ‘herðunum’, umleið 4 píkar við eyguni og umleið 4 framman fyri eyguni. Hon hevur ongan pík millum ryggfjaðrarnar. Onkrar gamlar skøtur hava ongar píkar framman fyri halan og hava bert nakrar naddar við eyguni og á ‘herðunum’. Halapíkarnir eru har framvegis, eisini teir eftir kantunum. Ravakantarnir framman eru eitt sindur bogaðir inní.

Eyðkenni: Tann ljósi liturin og píkarnir á halanum. Eyðsýnd er tann gráa strípan mitt undir halanum.

Týdningur: Hvítaskøta verður avreidd sum annar fiskur.

da: Hvidrokke, en: Sailray, fr: Raie voile, ís: Hvítaskata, no: Kvitskate, tý: Weissrochen

Útbreiðsla: Hvítaskøta er frá Suður- og Vesturnoregi, um Hetland og Føroyar til Íslands og Vesturgrønlands. Undir Føroyum er hon rættiliga vanlig m.a. suðuri á Munkagrunninum á umleið 450 m dýpi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017