• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Íshavsbrynjukrutt (brynjukruttaættin)
Leptagonus decagonus
(Bloch & Schneider, 1801)

Stødd: Íshavsbrynjukrutt verður í mesta lagi 22 cm langt.

Dýpi: Tað er úr vatnskorpuni niður á 930 metra dýpi, vanliga úr 120 m niður á 500 m. Undir Føroyum er tað fingið niður á 710 metra dýpi. Tað er í sjóvarhita úr + 4,4°C niður á ÷ 1,7°C.

Litur: Tað er gul/brúngrátt um kroppin, ljósari undir búkinum. 2-3 dimmir blettir ella krossbond eru á síðunum. Uggafjaðrarnar eru svartar undir.

Teinar: R1 V-VI; R2 5-8.

Lýsing: Íshavsbrynjukrutt er langur og klænur fiskur við stórum og breiðum høvdi og longum og klønum sporli. Tjúkkast er íshavsbrynjukrutt um aftasta partin av høvdinum. Høvuðbreiddin er umleið 1/6 av heildarlongdini. Høvd og kroppur eru sett við nadda-beinplátum, hart, beinut og stívt at føla. Skeggtræðrir eru á undirkjaftinum. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, umleið eins til støddar. Gloppið millum ryggfjaðrarnar er umleið so stórt sum ryggfjaðrafestini. Tær rættiliga stóru uggafjaðrarnar røkka aftur um fremru ryggfjøðurina. Tað hevur smáar búkfjaðrar tætt saman millum uggafjaðrarnar. Tað hevur eina gotfjøður, ið situr undir aftaru ryggfjøður og er til støddar sum hon. Sterturin er lítil og rundligur.

Eyðkenni: Líkist mest brynjukrutti. Munur teirra millum er m.a., at íshavsbrynjukrutt er væl smalri um høvdið og er mjávaksnari . Stórt glopp er ímillum ryggfjaðrarnar. Svarti liturin innarumegin á uggafjaðrunum. Píkar eru á nakkanum.

Týdningur: Íshavsbrynjukrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Arktisk panserulk, en: Arctic pogge, ís: Áttstrendingur, no: Tiskjegg

Útbreiðsla: Íshavsbrynjukrutt er í køldu høvunum norðanfyri. Tað er á djúpum vatni undir Føroyum. Við Svalbarð, Jan Mayen, í Barentshavinum, Karahavinum og Hvítahavinum og heilt eystur í Beringshavið og Okhotskhavið. Tað er undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Í Baffinsflógvanum og Davisfjørðinum, til Nýfundlands og Grand Banka.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

  • Kongafiskaættin (Scorpaenidae)
  • Knurrhanaættin (Triglidae)
  • Ulkuættin (Cottidae)
  • Brynjukruttaættin (Agonidae)
  • Huldukruttaættin (Psychrolutidae)
  • Rognkelsisættin (Cyclopteridae)
  • Súgfiskaættin (Liparidae)

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.

Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017