• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm tekanði.

Íshavskrutt (ulkuættin)
Icelus bicornis (Reinhardt, 1840)

Stødd: Íshavskrutt verður upp í 15,7 cm langt.

Dýpi: Undir Føroyum er íshavskrutt fingið úr 300 m niður á 350 m, er annars úr 1 m niður á 500 m.

Litur: Tað er gulligt við brúnum blettum, teir flestu eru um bakið. Veikur, gulligur litur er um búkin. Tvørstrikur eru eftir fjaðrateinunum.

Teinar: R1 VI-IX; R2 17-23; G 13-16; U 15-19.

Lýsing: Íshavskrutt er bulmikil fiskur, minnir eitt sindur um kryplaðan fisk. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt. Aftara ryggfjøðurin er serliga long. Tað hevur eina gotfjøður og stórar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar, smalar og stuttar. Strikan er sett við umleið 38 beinplátum, og hon røkkur ikki aftur til stertin. Oman fyri strikuna, upp móti ryggfjaðrunum, er enn eitt rað av beinplátum, ella píkum. Íshavskrutt hevur stórt høvd. Á kápuni eru 4 píkar hvørjumegin, tann ovasti er klovin. Kallfiskar hava stóra sinu.

Eyðkenni: Klovni píkurin á kápuni hvørjumegin.

Týdningur: Íshavskrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Tornulk, en: Twohorn sculpin, fr: Icele a deux cornes, ís: Fuðriskill, no: Tornulke

Útbreiðsla: Undir Føroyum er íshavskrutt veitt eystan fyri oyggjarnar og vesturi á Íslandsrygginum. Tað er annars úr Íshavinum til Skagerrak, í Eystur- og Vesturgrønlandi. Vestan fyri er tað frá Cape Cod norður gjøgnum Davisfjørð, norður um Kanada til Aleutoyggjarnar.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

  • Kongafiskaættin (Scorpaenidae)
  • Knurrhanaættin (Triglidae)
  • Ulkuættin (Cottidae)
  • Brynjukruttaættin (Agonidae)
  • Huldukruttaættin (Psychrolutidae)
  • Rognkelsisættin (Cyclopteridae)
  • Súgfiskaættin (Liparidae)

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.

Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017