• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Jeffreysar stubbi (stubbafiskaættin)
Buenia jeffreysii (Günther, 1867)

Stødd: Jeffreysar stubbi verður upp í 6 cm langur.

Dýpi: Hann er úr 5 m niður á 350 metra dýpi, oftast á grótbotni, leirbotni ella sandbotni.

Litur: Hann er grønligur til rustbrúnur við 4-5 myrkum blettum eftir síðunum. Ryggfjaðrarnar eru blágráar við dimmum tvørstrikum.

Teinar: R1 VI (V); R2 I + 8-10; G I + 7-9.

Lýsing: Høvdið er breitt og lágt. Gronin er styttri enn eygnatvørmátið, og eyguni sita so tætt saman, at tey bera næstan saman. Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Á siljafiskum er annar teinur í fremru ryggfjøður hægri enn hinir og stingur berur upp úr fjøðurini. Fremra ryggfjøður er hægri enn aftara, og aftara er longri, eins long og gotfjøðurin. Búkfjøðurin kemur aftur til aftara enda á uggafjøðurini. Uggafjøðurin er væl rundað, ein evars lítil spíssur er tó aftureftir. Sterturin er rundaður. Umleið 30 roðslur eru aftur eftir miðjuni og 7-8 frá fremst á aftaru ryggfjøður og niður til gotfjøðurina.

Eyðkenni: Støddin og liturin. Blettirnir.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Jeffrey’s kutling, en: Jeffrey’s goby, fr: Gobie de Jeffreys, ís: Jeffreys kýtlingur, no: Piggkutling, tý: Jeffrey’sche Grundel

Útbreiðsla: Jeffreysar stubbi tykist at vera sjáldsamur fiskur undir Føroyum eins og aðrastaðni. Hann er fingin norðast í Biskeiavíkini, undir Íslandi (ikki á Norðurlandinum). Í norðara parti av Norðsjónum, við Útsynningsnoreg og í Skagerrak, norðantil og vestantil við Bretsku Oyggjarnar til syðra part av Ermarsundi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017