• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Kalvi (flundruættin)
Hippoglossus hippoglossus
(Linné, 1758)

Stødd: Kalvi verður upp í 365 cm langur, møguliga longri. Vanlig longd 50-200 cm. Rognakalvar verða væl størri enn siljakalvar.

Dýpi: Kalvi er av grunnum vatni nær landi út á 1000 m ella djúpari, langt til havs.

Litur: Hann er dimmur, svartur, brúnur, gráur um bakið, viðhvørt nakað sprøklutur. Hvítumegin er hann mjólkarhvítur, men viðhvørt síggjast kalvar, ið eru svart- ella gráblettutir hvítumegin.

Lýsing: Kalvi er høgravendur flatfiskur. Hann hevur stóran heys, stóran kjaft og smá eygu. Strikan er nógv bogin oman fyri uggafjøðurina. Hann hevur stóran stert eitt sindur innbogin aftan. Eina langa ryggfjøður frá vinstra eyga aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum aftur til klingruna, smáar búkfjaðrar og lutfalsliga smáar uggafjaðrar.

Eyðkenni: Hann er tann størsti flatfiskurin. Høgravendur. Bogaða strikan. Undirbit.

Týdningur: Kalvi er dýrur fiskur, ið nógv verður roynt eftir.

E.S. Í Íslandi veiddist í 1935 kalvi, ið var 365 cm langur og vigaði 266 kg. Í Føroyum vita tey við vissu um kalvar yvir 300 cm, ið vigaðu meira enn 200 kg. (Zoo. Faroes og Íslenskir fiskar). „The Fishes of the British Isles og NW-Europe“ sigur, at kalvi kann viga upp í 316 kg.

da: Helleflynder, en: Halibut, fr: Flétan, ís: Lúða, no: Kveite, tý: Heilbut

Útbreiðsla: Kalvi er í Eysturgrønlandi, Íslandi og Føroyum, norður í Barentshavið, suður við norsku strondini til norðara part av Norðsjónum, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar suður til Biskeiavíkina, við Rockall og á Hattonbanka. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og suður við Norðuramerika til Cape Cod.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Flatfiskar Pleuronectiformes

14 ættir eru í flatfiskahópinum við 134 slektum og 678 sløgum.

Av hesum eru undir Føroyum 2 ættir við tilsamans 11 slektum og 11 sløgum:

  • Kvoysuættin (Scophthalmidae)
  • Flundruættin (Pleuronectidae)

Flatfiskarnir eru eyðkendir við teirra flata og asymmetriska kropskapi, har onnur síðan vendur upp og hin niður. Nýklakt yngul, ið livir uppi í sjónum, hevur vanligt fiskaskap, men eftir eina tíð sum yngul byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, og fiskurin fær sítt flata skap. Á onkrum av flatfiskunum verður tó annað eygað verandi á kantinum á høvdinum. Yngulin byrjar nú at svimja á síðuni. Umleið samtíðis fer fiskurin niður á botnin at vera. Eygnasíðan fær dimman lit, og blindasíða ljósan. Teir hava eina langa ryggfjøður og eina langa gotfjøður. Fyri tað mesta liva teir sum botnfiskar, men eru tó uppi í sjónum viðhvørt, onkur sløg regluliga.

Í útheiminum eru onkur sløg, sum liva í feskum vatni. Við Føroyar er okkurt slag, sum fyri ein part er í feskum vatni og í blandingsvatni, men annars livir flatfiskur í sjónum.

***

Eitt sindur um flatfiskarnar
Undir Føroyum eru bæði vinstravendir og høgravendir flatfiskar.

Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra lið upp, og á høgravendum flatfiski vendir høgra lið upp.

Allar kvoysurnar, glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa, eru vinstravendar.

Allir hinir flatfiskarnir, hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka, eru høgravendir.

Eyguni eru tímegin, sum vendir upp.

Tann síðan, sum vendir upp, er altíð dimmari enn hin, og hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veruleikanum er síða.

Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru lið upp. Ein slíkur kalvi nevnist „rangur kalvi“.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017