• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Klænasporl (moraættin)
Halargyreus johnsonii Günther, 1862

Stødd: Klænasporl verður upp í 44 cm langt, vanliga í veiðuni um 20-30 cm.

Dýpi: Tað er úr 700 m niður á 1500 m, møguliga eisini djúpari enn 2000 m.

Litur: Klænasporl er reyðgrátt, silvurlitt um síðurnar og undir búkinum. Inni í kjaftinum er tað svart, og táknaholurnar eru eisini svartar.

Teinar: R1 + R2 58-67; G 42-53; B 5.

Lýsing: Klænasporl hevur lutfalsliga stórt høvd og er annars smidligur fiskur, tjúkkastur fremst um bulin. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, mest sum samanvaksnar, báðar eru lágar, tann fremra er stutt og situr beint yvir uggafjaðrunum. Fremsti teinur í henni er heldur longri enn hinir. Tann aftara er long og er frá aftaru helvt á uggafjaðrunum og aftur til klingruna. Klænasporl hevur eina lága gotfjøður, ið sær út sum tvær. Gotfjøðurin er frá klingruni til beint framman fyri miðjan fiskin. Búkfjaðrarnar hava 5 teinar, og 2 teirra koma aftur um miðjuna á uggafjaðrunum. Tað hevur klæna klingru og lítlan og avrundaðan stert. Eygnatvørmátið er umleið eins stórt og longdin á gronini. Tað hevur lítið undirbit, lítla beinknútu fremst á undirkjaftinum og onga finnu. Strikan er bein.

Eyðkenni: Klæna klingran. Klænasporl minnir í skapi um svartkjaft, men kennist frá honum m.a. á ryggfjaðrunum og á litinum.

Týdningur: Klænasporl hevur ikki vinnuligan týdning.

en: Slender codling, ís: Silvurþvari

Útbreiðsla: Klænasporl er í hellingunum suður úr Íslandi, vestan fyri og sunnan fyri Føroyar til vestur úr Írlandi. Tað er á bankum og grynnum suður til Asoroyggjar og Marokko. Í Vesturgrønlandi til Nýfundlands og nakað suður við hellingini har. Einstakir fiskar fáast av og á í troli undir Føroyum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017