• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Klingruskøta (skøtuættin)
Rajella fyllae Lütken, 1887

Stødd: Klingruskøta verður í mesta lagi 56 cm long.

Dýpi: Hon er úr 170 m dýpi og djúpari enn 2000 m.

Litur: Á bakinum er klingruskøta grábrún, tykist at hava bláligan ella viólbláan farra. Hon er ljósari um nakkan og út móti ravakantunum. Kámir, myrkir blettir eru ymsastaðni á skivuni. Undir búkinum er hon aloftast gráhvítviólbláflekkut.

Lýsing: Umleið seks stórir píkar eru við innara eygnakant. Ein stórur píkur er aftan fyri hvørt eyga. Stórir píkar eru mitt eftir gronini og aftur á herðarnar. Nógvir stórir og smáir píkar eru mitt eftir bakinum og út á halan. Annars er skivan sett við heilt smáum píkum, kennist hvøss. Dømi um píkar á tveimum 50 cm longum klingruskøtum: á bakinum/halanum 54/69 og 48/110 píkar. Eitt band av smápíkum er viðhvørt á hvørjum rava nakað inn frá kantinum. Halin er um 54% av heildarlongdini, og millum ravaendarnar eru um 53%. Á ungum fiskum er skivan næstan rund og gronin stutt. Á eldri fiskum verða fremru ravakantarnir týðiliga bogaðir inní, og gronin verður longri.

Eyðkenni: Skivan er á stødd við eina pannukøku. Teir rundu ravarnir, nógvu píkarnir og tann langi halin.

Týdningur: Klingruskøta hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Fyllas rokke, en: Round ray, fr: Raie ronde, ís: Pólskata, no: Rundskate, tý:  Fyllas Rochen

Útbreiðsla: Við Bretagne og vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Føroya og Íslands. Við Hetland til Vesturnoregs, norður við strondini til Svalbarðs. Vestanfyri er hon í Grønlandi og við Labrador til Nova Scotia.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017