• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknað.

Kubbuta langasporl (langasporlsættin) 
Coryphaenoides rupestris
Gunnerus, 1765

Stødd: Kubbuta langasporl verður upp í 150 cm langt.

Dýpi: Tað er úr 180 m niður á 2000 m, vanligast millum 600-1000 m.

Litur: Tað er morgrátt um bakið, silvurgrátt um síðurnar og undir búkinum. Fjaðrarnar eru myrkar, eins og í kjaftinum og í táknaholuni. Trolveiddur fiskur er mest sum bara gráur.

Teinar: R1 10-13; U 16-19; B 8.

Lýsing: Bulurin er stuttur og tjúkkur, sporlið langt og klænt. Fremra ryggfjøður er høg og tríkantað, er heilt frammi við nakkan, er smátent framman, og fjøðurin røkkur minni enn so til ta aftaru ryggfjøðurina. Fremri partur av festunum undir uggafjaðrunum, búkfjaðrunum og fremru ryggfjøðurini eru í beinari linju upp og niður. Tað hevur heldur stórar uggafjaðrar. Smáar búkfjaðrar, og fremsti teinurin er tann longsti.

Aftara ryggfjøður er long og heilt lág. Hon byrjar nakað aftan fyri fremru ryggfjøður og er heilt aftur í sporlsendan. Tað hevur eina langa og væl hægri gotfjøður, frá gotinum og út í sporlsendan. Gotfjøðurin er longri enn aftara ryggfjøður. Kubbuta langasporl hevur stórt, kubbut høvd og stutta, rundaða gron. Øll gronin frá oman fyri eyguni fram í trantin er týðiliga útbend. Tað hevur stóran kjaft. Kjaftklovin kemur aftur um eyguni. Tað hevur stór eygu, lítlan, avrundaðan kant undir eygunum. Rasputur fiskur at føla. Roðsla er bæði undir og oman á gronini. Tað hevur lítla finnu, um hálvt eygnatvørmát.

Eyðkenni: Kubbuta langasporl hevur ikki hvassan beinkamb undir eygunum, kjaftklovin kemur aftur um eygað. Tað hevur runda gron, ikki myrkan blett við gotið ella millum búkfjaðrarnar. Gotfjøðurin er longri enn aftara ryggfjøður.

Týdningur: Nakað verður veitt av hesum langasporli í føroyskum sjógvi.

da: Skolæst, en: Roundnose grenadier, fr: Grenadier de roche, ís: Sletthali, no: Skolest, tý: Rundnasiger Grenadierfisch

Útbreiðsla: Kubbuta langasporl er úr Biskeiavíkini og norður til Tróndheims, um Føroyar til Íslands, Grønlandsfjørð, Davisfjørð suður til Florida. Tað er út av bankunum vestan fyri Føroyar.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017