• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Kúlulaksur (laksaættin) 
Oncorhynchus gorbuscha
(Walbaum, 1792)

Stødd: Hann verður upp í 76 cm langur, vanliga umleið 55 cm.

Dýpi: Anadromur fiskur. Í sjónum er hann úr vatnskorpuni og niður á 50 metrar.

Litur: Kúlulaksur er silvurblankur um síðurnar og bláur ella blágrønur um bakið, hvítligur undir búkinum. Hann hevur stórar, dimmar blettir um bakið og á stertinum. Í gýtingini skiftir hann lit, verður dimmur um bakið, síðurnar verða reydligar við brúngrønligum blettum. Rognafiskar fáa sama lit, men minni ógvisligt.

Teinar: R 10-15; G 13-19; U 14-17; B 9-11.

Lýsing: Kúlulaksur er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina fitifjøður aftur móti klingruni, hon er væl størri enn á øðrum laksafiskum. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Í gýtingini fáa siljafiskarnir stóra kúlu á bakið og krók á undirkjaftin.

Eyðkenni: Ovara kjaftbein røkkur væl aftur um eygað. Hann hevur stóra fitifjøður og blettir á stertinum. Í gýtingini er kúlan á bakinum á siljafiski gott eyðkenni.

Týdningur: Kúlulaksur hevur stóran týdning, nógv verður bæði fiskað og alið tó ikki í Føroyum.

da: Pukkellaks, en: Humpback salmon, fr: Saumon rose à bosse, ís: Bleiklax, no: Pukkellaks, tý: Buckellachs

Útbreiðsla: Upprunaliga er hetta ein laksur úr norðasta partinum av Kyrrahavinum. Aliroyndir vórðu gjørdar í Norðurrusslandi, og haðani komu nakrir teirra til Føroya, m.a. er hann fingin í Hvalvík, í Sørvági og á Tvøroyri.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Laksafiskar Salmoniformes

Laksafiskahópurin hevur eina ætt við 11 slektum og 66 sløgum:

  • Laksaættin (Salmonidae)

Í Føroyum eru 3 slektir og 5 sløg, harav tann eina ættin við tveimum sløgum, er ikki upprunalig í Føroyum, men er komin úr alibrúkum her og aðrastaðir.

 Langvaksnir og smidligir fiskar. Teir hava eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður.

Øll sløgini gýta í feskum vatni, men nøkur teirra vaksa upp í sjónum. Hesi seinnu eru anadrom.

Hjá havgangandi fiskum er liturin bládimmur um bakið, og síðurnar eru blankar við dimmum blettum. Fiskur í feskvatni er oftast brúnligur ella gulgráur við blettum, men í stórum vøtnum eisini littir sum teir í sjónum, tó kámari.

Fiskurin í laksafiskum er, við onkrum undantøkum, reydligur.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017