• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Lakssild (silvurøksættin) 
Maurolicus muelleri (Gmelin, 1789)

Stødd: Vanlig longd er millum 4 cm og 6 cm. Í mesta lagi 8-9 cm.

Dýpi: Hon er uppsjóvarfiskur á djúpum vatni, undan vatnskorpuni á nátt og niður á umleið 400 m í dagslýsi. Onkuntíð sæst hon inni á grunnum vatni um náttina.

Litur: Um bakið er hon svørt, síðurnar skína silvurlittar. Hon hevur nógv og týðilig ljósgøgn.

Teinar: R 9-11; U 16-19; B 6-7; G 19-24.

Lýsing: Lakssild hevur eina lítla ryggfjøður og eina fitifjøður, sum situr millum stertin og ryggfjøðurina, eina gotfjøður og stórt høvd. Hon er mjáur fiskur, smøl og eitt sindur høg. Hon hevur nógv upprendan kjaft.

Eyðkenni: Støddin, litirnir og ljósgøgnini.

Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Laksesild, en: Pearlside, fr: Maurilique de Miller, ís: Gulldepla, no: Laksesild, tý: Lachshering

Útbreiðsla: Lakssild er undir Íslandi og Føroyum suður móti Antarktis. Í Miðjarðarhavinum, Kyrrahavinum og sunnarlaga í Indiahavi. Er eisini við Hawaiioyggjar. Í Vesturatlantshavinum er hon frá 40°N suður til Falklandsoyggjarnar. Lakssild er vanlig undir Føroyum og sæst ofta í fiskamaga og á troldekki, dottin úr netinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Ljósfiskar Stomiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 53 slektir og 391 sløg:

Av teimum eru undir Føroyum skrásettar 3 ættir við 7 slektum og 8 sløgum:

  • Seilaættin (Gonostomatidae)
  • Silvurøksættin (Sternoptychidae)
  • Ljósfiskaættin (Stomiidae)

Yvirhøvur smáir fiskar, ið hava ljósføri runt um á kroppi og høvdi. Summir hava finnu. Nakrir hava roðslu, aðrir ikki. Summar av fjaðrunum mangla á nøkrum sløgum. Onkrir hava fitifjøður undir sporlinum. Flestir eru dimmir á liti, og nakrir eru silvurblankir. Ljósfiskar eru bæði djúpt og ovarlaga í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017