• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Lítla lakstobis (lakstobisættin)
Arctozenus risso (Bonaparte, 1840)

Stødd: Lítla lakstobis verður upp í 30 cm.

Dýpi: Hon er úr 200 m niður á 1000 m dýpi, miðsjóvar- og úthavsfiskur.

Litur: Hon er silvurlitt við dimmum bandi í erva á kroppinum. Trolveidd er roðslan avfarin, og liturin er tá ljóst grábrúnur.

Teinar: R 9-10; U 11-13; B 9; G 30-32.

Lýsing: Lítla lakstobis er langur og mjávaksin fiskur. Høvdið er longri og spískari enn á øðrum lakstobisum, *lakstobis, *stóra lakstobis. Hon hevur lítla ryggfjøður, ið situr aftan fyri miðjan fiskin, lítla fitifjøður aftast á sporlinum. Hon hevur uggafjaðrar og búkfjaðrar. Gotfjøðurin er aftast á sporlinum. Gotið er millum búkfjaðrarnar. 62-67 roðslur eru eftir strikuni. Ryggjargeislarnir eru millum 77 og 84 í tali.

Eyðkenni: Búkfjaðrarnar eru eitt vet aftari enn ryggfjøðurin. Yvirkjafturin kemur aftur um nasagluggarnar. Í gotfjøðurini á øðrum lakstobisum eru ongantíð fleiri enn 25 teinar.

Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Risso’s lakstobis, en: White barracudina, ís: Litla geirsíli, no: Liten laksetobis

Útbreiðsla: Lítla lakstobis er um øll høv, frá Arktis til Antarktis. Hon er í føroyskum sjógvi og er vanlig hjáveiða í flótitroli.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Langkjaftafiskar Aulopiformes

Hesin hópurin hevur 15 ættir, 44 slektir og umleið 236 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir við 6 slektum og 6 sløgum:

  • Mjáfiskaættin (Notosudidae)
  • Háfjaðraættin (Alepisauridae)
  • Lakstobisættin (Paralepididae)
  • Edlafiskaættin (Bathysauridae)

Ymiskir í stødd, frá heilt smáum upp til heilt langar fiskar.

Mjáir og smidligir fiskar við longum høvdi og kjafti, summi sløg við stórum hvøssum tonnum og høgum, longum fjaðrum. Skapið á táknabogunum er serligt, minnir um rimaverk. Nøkur sløg í hesum hópinum liva við botnin, onnur uppi í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017