• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknði.

Lítli kryttlingur (huldukruttaættin)
Cottunculus sadko Essipov, 1937

Stødd: Lítli kryttlingur verður minst 18 cm langur.

Dýpi: Hann er við botnin úr 300 m niður á minst 800 metrar.

Litur: Hann er grábrúnur við 3 breiðum, dimmum, loddrøttum bondum um síðurnar. Uggafjaðrarnar eru tvílittar, dimmar innast við kroppin og ljósari ytri.

Teinar: R 8-9 + 13-15; G 11; U 18.

Lýsing: Fiskurin er hægstur um nakkan og smalkar skjótt aftureftir til ta smølu klingruna.

Høvdið er vanliga longri, enn tað er breitt, er ikki rundleitt at síggja úr erva, men mjækkar frameftir.

Hann hevur eina ryggfjøður, ið er lág framman, hægri aftan, eina gotfjøður á leið sum aftari partur av ryggfjøðurini. Skræðan er skrubbut. Tveir naddar eru á nakkanum, vanliga spískir. 11 poknur eru í strikuni.

Kallfiskar hava sinu til longdar minni enn 6% av standardlongdini.

Eyðkenni: Hann líkist nógv kryttlingi. Tvílittu uggafjaðrarnar. Høvuðskapið.

Týdningur: Lítli kryttlingur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Smalhovedet paddeulk, en: Sadko sculpin

Útbreiðsla: Hann er fingin eystur av Fugloyarbanka, í hellingini í útnyrðing úr Mýlingi og norður av Íslandsrygginum. Annars er hann í Arktiska havinum, Karahavinum, í landnyrðing úr Svalbarði, og eisini í Beauforthavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

  • Kongafiskaættin (Scorpaenidae)
  • Knurrhanaættin (Triglidae)
  • Ulkuættin (Cottidae)
  • Brynjukruttaættin (Agonidae)
  • Huldukruttaættin (Psychrolutidae)
  • Rognkelsisættin (Cyclopteridae)
  • Súgfiskaættin (Liparidae)

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.

Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017