• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Lítliglámur
Xenodermichthys copei (Gill, 1884)

Stødd: Lítliglámur verður ikki longri enn 20 cm.

Dýpi: Hann er á 100 m, niður á 2650 m dýpi, vanliga í hellingunum.

Litur: Hann er svartur.

Teinar: R 27-31; G 26-30.

Lýsing: Lítliglámur er lítil fiskur, tjúkkastur um uggafjaðrarnar. Høvdið er minni enn 1/3 av standardlongdini. Gronin er stutt og kubbut. Eygnatvørmátið er longri enn gronin. Yvirkjafturin kemur inn mitt undir eyguni. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Tær sita afturi á sporlinum. Hann hevur ikki roðslu. Nógv heilt smá ljósgøgn eru óregluliga runt á fiskinum.

Eyðkenni: Liturin, stutta gronin og stóru eyguni.

Týdningur: Lítliglámur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Kortsnudet glathovedfisk, en: Bluntsnout smooth-head, ís: Bersnati

Útbreiðsla: Lítliglámur er sunnan fyri ryggirnar Grønland/Skotland og er fingin beint sunnan fyri føroyska sjómarkið umframt á Íslandsrygginum. Hann er annars við Suðurafrika, í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Glitfiskar Argentiniformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg.

Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:

  • Gulllaksaættin (Argentinidae)
  • Blálaksaættin (Microstomatidae)
  • Angaættin (Platytroctidae)
  • Glámaættin (Alepocephalidae)

Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki.

Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra.

Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017