• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Lusifer (lusiferættin)
Linophryne lucifer Collett, 1886

Stødd: Kvennfiskar verða upp í 30 cm langir. Kallfiskarnir eru smáir og síggjast viðhvørt sitandi fastgrónir uppi á kvennfiskunum sum sníkar og lívlangir sáðbankar.

Dýpi: Hann er á djúpum vatni, men óvist á hvørjum dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 1060 og 1175 m norður av Ytrabanka.

Litur: Hann er svartur um allan kroppin.

Lýsing: Hann er sjáldsamur í útsjónd, nakað flatur. Hann er næstan líka høgur, sum hann er langur. Hann hevur stórt høvd og stóran kjaft fremst á høvdinum. Hann hevur spískar og nakað stórar tenn, evarska smá eygu ovarlaga á høvdinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar, ið sita mitt á fiskinum. Beint undir teimum eru tey smáu táknaopini. Aftast og ovast er sterturin, ið er mest sum ein hond við 6 teinum aftureftir. Á klingruni er ein lítil fjøður omaná og ein undir, báðar líkar stertinum, men minni. Einir tríggir teinar eru í hvørji. Frammarlaga undir búkinum er ein langur tráður, um helvtina av standardlongdini. Í endanum fer hann sundur í tvær ruflutar ‘tungur’.

Eyðkenni: Tær báðar ‘tungurnar’ í endanum á langa búkvøkstrinum. Undarliga skapið. Liturin. Táknaopini eru undir uggafjaðrunum.

Týdningur: Lusifer hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Tvebladet trådangler, ís: Surtla

Útbreiðsla: Lusifer er sjáldsamur fiskur. Umframt undir Føroyum, her hann bert er skrásettur eina ferð, er hann fingin sunnan fyri Ísland og vestur ímóti Grønlandi, við Madeira og í Nýfundlandi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Tussafiskar Lophiformes

Tussafiskahópurin hevur 18 ættir við umleið 66 slektum og 313 sløgum.

Undir Føroyum eru skrásettar 4 ættir við 5 slektum og 6 sløgum:

  • Havtaskuættin (Lophiidae)
  • Grønlandstussaættin (Himantolophidae)
  • Tussafiskaættin (Ceratidae)
  • Lusiferættin (Linophrynidae)

Undarlig útsjónd sermerkir tussafiskarnar. Teir flestu fiskarnir tykjast trevsutir, og teir flestu hava stórligt rundbøllut skap.

Á fleiri teirra er fremsti teinur í ryggfjøðurini vorðin til eina stong, ið verður brúkt sum tráða við „agni“ at lokka annan fisk til sín.

Oftast stóran kjaft við stórum tonnum, táknaopini eru smá.

Seinir svimjarar og lítið virknir fiskar. Hjá nøkrum teirra eru kallfiskarnir sera smáir og eru viðhvørt at sýggja grónir fastir uppi á kvennfiskunum.

Tussafiskar eru bæði á grunnum og djúpum vatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017