• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Maisild (sildaættin)
Alosa alosa (Linné, 1758)

Stødd: Maisild verður í mesta lagi 70 cm.

Dýpi: Óvist, men hon er vanliga ikki djúpari enn 7 metrar. Anadromur fiskur, ið gýtir langt uppi í stóru áunum í Evropa um várið. Yngulin fer á sjógv um heystið.

Litur: Hon er blá um bakið, silvurblonk um síðurnar. Oftast hevur hon ein dimman blett fremst á síðunum, aftan fyri kápurnar.

Teinar: R 18-21; G 20-26; Ry 57-58;

Lýsing: Hon hevur sildaskap. Kropshæddin við uggafjaðrarnar er størri enn høvuðlongdin. Maisildin hevur hvast kjalarskrubb. Yvirkjafturin hevur eina týðiliga kloyvu framman, sum undirkjafturin passar í. Kápan er ríput.

Eyðkenni: Táknatindarnir á fremsta táknaboganum (inni í boganum) eru fínir og langir, úr 90 upp í 120 í tali. Hon líkist nógv stavsild. Ein munur teirra millum er, at stavsildin hevur úr 40 upp í 60 táknatindar, og teir eru styttri og tjúkkari, og at stavsild hevur fleiri blettir aftur eftir síðunum.

 

Týdningur: Nakað verður veitt til matna.

da: Majsild, en: Allis shad, fr: Alose vraie, ís: Maísíld, no: Maisild, tý: Maifisch

Útbreiðsla: Maisild er fingin eina ferð undir Føroyum, í august 1998 eystur av Sandoyarbanka við troli. Hon er annars frá Bergensleiðini til Móritania. Hon er í vestara parti av Miðjarðarhavinum og í syðra parti av Eystarasalti. Kring Bretsku Oyggjarnar.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sildafiskar Clupeiformes

Hópurin hevur 5 ættir við 84 slektum og 364 sløgum.

Av hesum er undir Føroyum bert tann eina ættin, við 3 slektum og 4 sløgum:

  • Sildaættin (Clupeidae)

Sildafiskarnir eru smáir til miðalstórir fiskar. Teir hava stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, og teir hava ikki fitifjøður.

Teir eru uppsjóvarfiskar, nøkur sløg ganga í torvum. Meginparturin av sildafiskunum livir í sjónum, men nøkur sløg eru anadrom og nøkur eru í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017