• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Mánafiskur (mánafiskaættin)
Mola mola (Linné, 1758)

Stødd: Mánafiskur verður upp í 3 m langur.

Dýpi: Mánafiskur er uppsjóvarfiskur, hann er úr vatnskorpuni og í minsta lagi niður á 360 metra dýpi.

Litur: Hann er gráligur ella brúnligur um bakið, um síðurnar er hann grábrúnur við silvurfarra og ljósum blettum. Hvítligur undir búkinum. Fjaðrarnar eru dimmar.

Lýsing: Mánafiskur er stuttur, tunnvaksin og høgur. Ryggfjøðurin situr beint uppi yvir gotfjøðurini. Hesar báðar fjaðrarnar eru serliga høgar. Sterturin er allur afturkanturin á fiskinum, nakrir lappar, ið hanga aftur úr honum. Búkfjaðrar eru ongar. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smá táknaop, lítlan kjaft og smá eygu.

Eyðkenni: Tað sjáldsama kropsskapið.

Týdningur: Mánafiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

ES: Tann størsti mánafiskur, sum vitan er um, var 3,1 m langur og vigaði 2235 kg. (Carwardine, 1995). Hetta var við Birdoynna í Avstralia.

da: Klumpfisk, en: Sunfish, fr: Poisson lune, ís: Tunglfiskur, no: Månefisk, tý: Mondfisch

Útbreiðsla: Mánafiskur er í øllum heimshøvum. Undir Føroyum er hann viðhvørt at síggja um summarið og heystið úti til havs, stendur á skák, svimjandi spakuliga í vatnskorpuni við ryggfjøðurini stingandi uppúr. Hann er fingin nakrar ferðir inni við land í Føroyum. Hann er í øllum teimum heitu og flógvu høvunum. Hann er í Indiahavinum, Kyrrahavinum og Miðjarðarhavinum. Í Atlantshavinum er hann frá Argentina og Suðurafrika norður til Nýfundlands, Noregs og Íslands.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Mánafiskar Tetraodontiformes

Í hesum hópinum eru 9 ættir, umleið 101 slektir og 357 sløg.

Undir Føroyum er ein ætt við eini slekt og einum slag:

  • Mánafiskaættin (Molidae)

Fleiri av sløgunum í hesum hópinum hava sera undarligt skap, nakrir eru mest sum fýrkantaðir, aðrir tríkantaðir ella rundir, men onkrir eru eisini mjávaksnir og streymlinjaðir.

Nøkur fá sløg eru í feskvatni, nøkur í blandingsvatni, men tey flestu eru í tropiskum sjógvi við korallriv.

Nøkur sløg eru pelagisk á víðum havi, og tann eini, sum kemur norður higar, er ein teirra. Hesin sami er eisini heimsins tyngsti beinfiskur.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017