• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Mjái prikkafiskur (prikkafiskaættin) 
Notoscopelus kroyeri (Malm, 1861)

Stødd: Mjái prikkafiskur verður upp í 17 cm langur.

Dýpi: Hann er undan vatnskorpuni og niður á 1000 metrar ella enn djúpari.

Litur: Hann er dimmbrúnligur.

Teinar: R22(21); G19(18-20). Táknatindar: 8+1+17(18), til samans 26(27).

Lýsing: Mjái prikkafiskur hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður. Uggafjøðurin er styttri enn búkfjøðurin. Gotfjøðurfestið er munandi styttri enn ryggfjøðurfestið. Ryggfjøðurin er longri enn høvdið. Fitifjøðurin situr heilt stutt aftan fyri ryggfjøðurina. Hann hevur langan og stóran kjaft, ið er umleið 4 ferðir so langur sum eygnatvørmátið. Eygnatvørmátið er umleið 22-25% av høvuðlongdini. Ljósgøgn eru undir búkinum, eftir síðunum og undir kjaftinum.

Eyðkenni: Mjái prikkafiskur hevur stóran kjaft. Fremri ryggfjøðurkanturin er áraka, ella heldur fremri enn fremri búkfjøðurkanturin. Langa ryggfjøðurin, og at uggafjøðurin er styttri enn búkfjøðurin.

Týdningur: Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning. Fæst sum hjáveiða í bæði botntroli og flótitroli á djúpum vatni.

da: Krøyers prikfisk, en: Kroyer’s lantern fish, fr: Lanterne de kroyer, ís: Langa laxsíld, no: Stor lysprikkfisk

Útbreiðsla: Mjái prikkafiskur undir Føroyum er fingin á Íslandsrygginum, við bankarnar vestanfyri og út av landgrunninum. Í Atlantshavinum er hann frá umleið 37°N norður móti 70°N. Í vestara parti av Atlantshavinum er hann millum 40°N og 60°N.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Prikkafiskar Myctophiformes

Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum.

Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Prikkafiskaættin (Myctophidae)

Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti.

Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu.

Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017