• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Mjáikjaftur (mjáfiskaættin)
Scopelosaurus
lepidus
(Krefft & Maul, 1955)

Stødd: Mjáikjaftur verður upp í 40 cm langur.

Dýpi: Hann er úr 70 m niður á 1000 metrar, ungir fiskar eru ovarlaga og eldri fiskar niðarlaga.

Litur: Hann er dimt brúnligur, svartgrómutur. Trolveiddur er liturin avfarin, og tað sæst inn á bera skræðu.

Teinar: R 11-12; G 16-19.

Lýsing: Hann er langur, spískur fiskur. Í tvørskurð er hann næstan rundur. Hann hevur eina ryggfjøður, ið situr fremst á aftaru helvt á fiskinum. Fitifjøður er yvir aftara enda á gotfjøðurini. Hann hevur langar uggafjaðrar, ið koma aftur til ryggfjøðurina og aftur um festið á búkfjaðrunum. Hann hevur eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru eitt vet fremri enn ryggfjøðurin. Sterturin er heldur stórur og nógv sýldur. Hann hevur stóra, slætta og leysa roðslu. Eyguni sita miðskeiðis millum kápuenda og gron, eru stór og fylla alt økið frá kjaftbeinunum til skallan. Gotið er beint framman fyri búkfjaðrarnar. Hann hevur beina striku.

Eyðkenni: Serliga longu uggafjaðrarnar og vakstrarlagið, fitifjøðurin. Eygnastøddin.

Týdningur: Mjáikjaftur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Øglesmelt, en: Blackfin Waryfish, ís: Uggi

Útbreiðsla: Á okkara leiðum er hann veiddur við bankarnar vestanfyri. Hann er úr Eysturgrønlandi, Íslandi og suður í havið til Asoroyggjarnar, Vestur- og Suðurafrika. Hann er úr Nýfundlandi til Bahamaoyggjarnar og Brasil.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Langkjaftafiskar Aulopiformes

Hesin hópurin hevur 15 ættir, 44 slektir og umleið 236 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir við 6 slektum og 6 sløgum:

  • Mjáfiskaættin (Notosudidae)
  • Háfjaðraættin (Alepisauridae)
  • Lakstobisættin (Paralepididae)
  • Edlafiskaættin (Bathysauridae)

Ymiskir í stødd, frá heilt smáum upp til heilt langar fiskar.

Mjáir og smidligir fiskar við longum høvdi og kjafti, summi sløg við stórum hvøssum tonnum og høgum, longum fjaðrum. Skapið á táknabogunum er serligt, minnir um rimaverk. Nøkur sløg í hesum hópinum liva við botnin, onnur uppi í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017