• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Morafiskur, mora (moraættin) 
Mora moro (Risso, 1810)

Stødd: Morafiskur verður upp í 80 cm langur.

Dýpi: Hann er botnfiskur millum 500 m og 2500 m dýpi.

Litur: Morafiskur er grábrúnur um bakið og gráur um síðurnar og undir búkinum. Inni í kjaftinum er hann blásvartur, og fjaðrarnar eru ljósabláar. Trolveiddur fiskur hevur ofta mist roðsluna og litirnar, og tá er fiskurin gráhvítur, nakað grómutur at síggja.

Teinar: R1 7-9; R2 42-46; G1 16-21; G2 15- 22.

Lýsing: Skapið er eitt sindur bøllut, tjúkkastur er hann um búkin. Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil og tríkantað, fremsti teinur er hægstur. Hin aftara er long og er aftur til klingruna. Hann hevur tvær gotfjaðrar, tann fremra er heldur størri enn hin aftara. Búkfjaðrarnar eru smáar og spískar, fremsti teinur er um tvær ferðir so langur sum hinir. Uggafjaðrarnar eru smáar og sita heldur fremri enn fremra ryggfjøður. Sterturin er nakað sýldur. Hann hevur lítið høvd, stutta gron, stór eygu, og eygnatvørmátið er væl størri enn gronin. Hann hevur finnu. Strikan er nakað bogin oman fyri uggafjøðurina.

Eyðkenni: Morafiskur minnir um lítlubrosmu, men skilist beinanvegin frá henni, við tað at hann hevur tvær gotfjaðrar, stuttar búkfjaðrar, stutta gron og stór eygu.

Týdningur: Hann fæst javnan sum hjáveiða bæði við línu og troli, men nøgdirnar eru smáar. Verður avreiddur, men hevur ikki stóran vinnuligan týdning.

da: Almindelig dybhavstorsk, en: Common mora - Mora, fr: Moro commun, ís: Móra

Útbreiðsla: Undir Føroyum er hann vestanfyri og sunnanfyri. Hann er við bankar og tindar á víðum havi suður úr Føroyum. Annars við Vesturafrika, Madeira, Asoroyggjarnar, í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í hellingunum frá Gibraltar til Íslands. Í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Við Avstralia og Nýsæland.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017