• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Multa, pusalaknektur (multuættin)
Chelon labrosus (Risso, 1827)

Stødd: Multa verður upp í umleið 75 cm long.

Dýpi: Hon er uppsjóvarfiskur, vanliga heilt inni við land, á víkum og firðum. Eisini í blandingsvatni og feskum vatni, í ósum og pollum, men hon er eisini fingin úti á landgrunninum.

Litur: Um bakið er hon myrkt grágrøn, viðhvørt myrkablá. Um síðurnar er hon silvurlitt og hevur einar 6-8 myrkar langstrípur frá uggafjøðurini aftur í klingruna. Hon er hvít undir búkinum.

Teinar: R1 IV; R2 9-11; G II + 8-9.

Lýsing: Multa er tjúkkur, bulmikil fiskur. Hon hevur stóra, grova, leysa roðslu. Tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt og høg, fremsti teinur er hægstur. Hin aftara er eins høg og tann fremra, men er longri og er lægst aftan. Gotfjøður er ein og líkist í skapi og stødd aftaru ryggfjøður og situr mest sum beint undir henni, kanska eitt vet fremri. Uggafjaðrarnar eru miðalstórar, spískar og koma beint aftur um búkfjaðrafestið. Búkfjaðrarnar eru miðalstórar. Hon hevur stóran, sýldan stert. Strika sæst ikki. Høvdið er lítið. Kjafturin er lítil við rættiliga stórum granum.

Eyðkenni: Ryggfjaðrarnar. Granarnar. Stóra roðslan. Bølluti kroppurin.

Týdningur: Í Føroyum hevur multa ikki verið brúkt til matna, men aðrastaðni hevur hon nakað av vinnuligum týdningi.

da: Multe, en: Grey mullet, fr: Bâtarde - Mulet lippu, ís: Røndungur, no: Tykkleppet multe, tý: Dicklippige Meeräsche

Útbreiðsla: Multa er undir Føroyum og Íslandi, fram við strondunum í Vesturevropa umframt í Miðjarðarhavinum. Suður til Senegal, Grønhøvdaoyggjarnar og Asoroyggjarnar.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Multufiskar Mugiliformes

Í hesum hópinum er 1 ætt, ið hevur 17 slektir og 72 sløg.

Við Føroyar er bert tað eina fiskaslagið úr hesi ættini:

  • Multuættin (Mugilidae)

Multufiskarnir kennast á m.a., at teir eru langvaksnir, nakað tjúkkir og rundir, við tveimum ryggfjaðrum, har fremra er við hørðum teinum. Høvdið er breitt og lítið, og fiskarnir hava lítlan kjaft við stórligum granum. Teir hava stóran sýldan stert og stóra roðslu.

Summi vilja greina hendan hópin til áburrufiskarnar, meðan onnur greina hann í hóp fyri seg sum her.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017