• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Nebbaskøta (skøtuættin)
Leucoraja fullonica Linné, 1758

Stødd: Nebbaskøta kann verða upp í 120 cm long, men vanliga er hon millum 80-105 cm.

Dýpi: Hon heldur til millum 35 m og 1000 m, undir Føroyum kanska mest á umleið 200 metra dýpi.

Litur: Á bakinum er liturin gulgráur-brúngráur, oftast javnur og vakur litur. Undir búkinum er hon hvít.

Lýsing: Nebbaskøta hevur píkar á innara eygnakanti. Hon hevur stutt píkarað á nakkanum. Tvey røð við hvøssum, afturábendum píkum eru eftir halanum og nakað fram á bakið. Halapíkarnir verða alt tættari aftur móti endanum á halanum. Bakið annars kennist sum fínt sandpappír. Nakrir fínir píkar eru eisini undir gronini. Eingir píkar eru millum ryggfjaðrarnar, og gloppið millum ryggfjaðrarnar er líka stórt sum longdin á fremru ryggfjøður. Størru píkarnir á halanum og bakinum eru 42-64, á nakkanum 3-10 og við eyguni 6-9. Eyguni eru stór, eins stór og breiddin millum eyguni. Tenninar eru nógvar, ógvuliga hvassar og boygdar afturá. Gamlar skøtur missa oftast píkarnar á nakkanum og millum eyguni.

Eyðkenni: Liturin, tvey píkarøð og stóra píkaleysa gloppið millum ryggfjaðrarnar.

Týdningur: Nebbaskøta verður avreidd sum annar fiskur, men nøgdirnar eru smáar.

da: Gøgerokke, en: Shagreen ray, fr: Raie chardon, ís: Náskata, no: Nebbskate, tý: Schnabelrochen

Útbreiðsla: Nebbaskøta er undan Kolanesi fram við norsku strondini inn í Oslofjørðin. Av Suðurlandinum í Íslandi, undir Føroyum til Hetlands og tvørtur um norðasta part av Norðsjónum. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Marokko og inn í Miðjarðarhavið. Hon er eisini við Madeira. Nebbaskøta fæst av og á í veiðuni á bankunum vestanfyri og á landgrunninum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017