• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Nevdregil, sjónál (nálafiskaættin)
Nerophis ophidion (Linné, 1758)

Stødd: Kvennfiskar verða upp í 30 cm langir, og kallfiskar verða upp í 29 cm langir.

Dýpi: Nevdregil er inni við land í taranum, úr 2 m niður á 15 m dýpi.

Litur: Hann er brúngrønur um bakið. Ljósagrønur um síðurnar, onkuntíð blettutur.

Lýsing: Hann er langur og klænur. Hann hevur eina ryggfjøður, ið situr framman fyri miðjuna. Gotið situr undir fremru helvt á ryggfjøðurini. Tjúkkastur er hann framman fyri ryggfjøðurina. Aftanfyri smalkar hann aftureftir út í spíss. Hann hevur hvørki stert ella uggafjaðrar. Ringar eru tvørtur um kroppin, 28-32 framman fyri gotið og 68-82 aftanfyri. Høvdið er lítið afturímóti á øðrum sjónálum, og tað er tranturin eisini.

Eyðkenni: Hann er ógvuliga klænur fiskur. Gotið og lítla høvdið.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Stor næbsnog, en: Straightnosed pipefish, fr: Nerophis, ís: Sænál, no: Liten havnål, tý: Kleine Schlangennadel

Útbreiðsla: Hann er frá Vestur- og Suðurnoregi til Marokko. Við Bretsku Oyggjarnar og í Biskeia, Skagerrak, Kattegat og inn í Eystarasalt. Í Miðjarðarhavinum fram við landi og í Svartahavinum. Nevdregil er ikki sæddur undir Føroyum síðan 1866, tá tveir sigast at vera fingnir her.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Nálafiskar Gasterosteiformes

Í nálafiskahópinum eru 11 ættir, ið hava 71 slektir og 278 sløg.

Undir Føroyum eru 2 ættir, ið hava 5 slektir og 5 sløg:

  • Kombikkaættin (Gasterosteidae)
  • Nálafiskaættin (Syngnathidae)

Hesin hópurin hevur mest smáar fiskar, onkur verður tó upp í 65 cm til longdar. Flestu eru nakað klænir og onkur nakað bøllutur.

Summir hava píkar í ryggfjaðrunum, og á nøkrum eru búkfjaðrarnar vorðnar til píkar. Onkur sløg hava ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar.

Teir hava ikki roðslu, men eru partvíst klæddir við beinplátum.

Teir liva bæði í feskvatni, blandingsvatni og saltvatni, har teir eisini gýta. Hóast smáir, og við lítlari kroppsvekt, so eru teir ofta langt til havs. Teir liva í Atlantshavinum, Kyrrahavinum og Indiahavinum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017