• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Nevhavmús (nasahavmúsaættin)
Harriotta raleighana
Goode & Bean, 1895

Stødd: Nevhavmús verður í mesta lagi 120 cm í fullari longd og í mesta lagi 70 cm til fremra enda á ovaru halafjøður.

Dýpi: Hon er úr 360 m niður á 2000 m.

Litur: Hon er javnt brúnlig, fjaðrakantarnir eru myrkir, og búkfjaðrarnar eru heilt
dimmar.

Lýsing: Nevhavmús er spísk í báðum endum, tjúkkast um bulin. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er høg og stutt við stórum, hvítligum píki frammanfyri. Hin aftara er lág og long. Hon hevur stórar, veingjalíkar uggafjaðrar. Hon hevur ongan stert, men tvær fjaðrar á halanum, undir og yvir, sum renna saman aftureftir og enda í einum longum dregli. Eygu og kjaftur eru lítil. Sansigøgn, ið ganga í strikum um alt høvdið. Striku ovarlaga eftir síðunum. Sermerkt er tað langa nevið, ið stingur framúr oman fyri kjaftin. Kjafturin situr undir eygunum, ella kanska heldur aftari.

Eyðkenni: Nevhavmús líkist mest tranthavmús. Munur á teimum er m.a., at kjafturin á nevhavmús situr undir eygunum. Kjafturin á tranthavmús situr fremri enn eyguni. ’Nevið’ gongur líkasum fram úr yvirkjaftinum, heldur enn fram úr enninum, sum á tranthavmús.

Týdningur: Nevhavmús hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Smalnæset havmus, en: Bentnose rabbitfish,
fr: Chimére á nez rigide, ís: Langnefur

Útbreiðsla: Hon fæst javnan á djúpum vatni sunnan fyri og vestan fyri Føroyar.

Er annars undir Íslandi og Føroyum suður við Evropa til Marokko. Á bankum og tindum úti í Atlantshavinum. Í vestara Atlantshavinum er hon frá Nova Scotia til Virginia og Brasil. Er eisini í Kyrrahavinum, við Japan, Avstralia og Kalifornia.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Havmýs Chimaeriformes

Í hesum hópinum eru 3 ættir við 6 slektum og 33 sløgum.

Av teimum eru við Føroyar 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum:

  • Nasahavmúsaættin (Rhinochimaeridae)
  • Havmúsaættin (Chimaeridae)

Havmýsnar skilja seg frá øðrum bróskfiskum m.a. við at hava eitt kápuskapilsi uttan á táknunum.

Havmýsnar eru bulmiklar og hava ikki stert. Tær hava tvær ryggfjaðrar. Stóran pík við fremru ryggfjøðurina. Tær hava ikki roðslu. Kallfiskarnir hava ein flytiligan og krókskapaðan útvøkstur í enninum.

Havmýsnar liva um øll høv, niður á stór dýpi.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017