• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Nevhávur (skrubbhávaættin)
Deania calcea (Lowe, 1839)

Stødd: Nevhávur verður upp í 110 cm langur, kanska longri.

Dýpi: Hann er úr umleið 65 m niður á 1500 m.

Litur: Nevhávur er grábrúnur, summir eru ljósari og tykjast tá at vera heldur gráari enn brúnir. Fjaðrarnar eru heldur dimmari enn kroppurin. Ryggfjaðrarnar hava ljósan kant. Sterturin, búkfjaðrarnar og uggafjaðrarnar hava svartan afturkant. Hann er kjaftsvartur.

Lýsing: Kroppurin á nevhávi er hægstur við fremru ryggfjøður, hann hevur rættiliga høgan rygg. Hann hevur tvær lágar ryggfjaðrar, og tær eru umleið 3 ferðir longri, enn tær eru høgar. Næstan hvítir píkar eru framman fyri tær, og aftari píkurin er umleið tvær ferðir so stórur sum fremri. Aftara fjøðurin er hægri og styttri. Makaðu fjaðrarnar eru smáar. Búkfjaðrarnar og ryggfjaðrarnar eru spískar aftureftir.

Eitt rað av sagtonnum er í undirkjaftinum og eitt rað við tríkantaðum tonnum í yvirkjaftinum. Gronin er serliga long, breið og fløt og er umleið 2,5 ferðir so long sum eygnaholan, og longri er úr tranti í kjaft enn úr kjafti í uggafjøður. Skræðan kennist hvøss. Hann hevur ikki striku. Nevhávur hevur lágan stert og andahol aftan fyri eygað.

Eyðkenni: Langa og flata gronin umframt tann gráligi liturin. Skræðan er veik og ofta skrødd á trolveiddum fiski.

Týdningur: Nevhávur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Næbhaj, en: Birdbeak dogfish, fr: Squale savate, ís: Flatnefur, no: Gråhaj Skrubbhávar Skrubbhávaættin

Útbreiðsla: Nevhávur er av Suðurlandinum í Íslandi til Føroya, á víðum havi til Asoroyggjar, í evropeisku hellingunum til Vesturafrika, við Suðurafrika, Japan, Avstralia, Nýsæland, vestan fyri Suðuramerika og við Florida. Undir Føroyum er hann vanligur í hellingunum vestanfyri og sunnanfyri.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skrubbhávar Squaliformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017