• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Ringhávur (reyðhávaættin), kjaftsvarti hávur
Galeus melastomus Rafinesque, 1810

Stødd: Kallfiskar verða upp í 60 cm og kvennfiskar upp í 90 cm langir.

Dýpi: Ringhávur er úr 50 m niður á 1200 m, vanligast á 200-500 m.

Litur: Hann er reyð-brúnliga gráur við ringskapaðum mynstrum á bakinum og um síðurnar, ljósari undir búkinum. Kjaftholan er svørt.

Lýsing: Ringhávur er langur og smidligur fiskur, hægstur frammi um uggafjaðrarnar. Hann hevur langan og lágan stert og langa fjøður á undirstertinum. Ovari kantur á stertinum hevur tvey røð av smáum píkum. Ryggfjaðrarnar eru tvær, tann fremra umleið mitt á fiskinum, hin aftara aftur móti
klingruni. Gotfjøðurin er long, umleið 13 til 18% av heildarlongdini, og aftari endi hennara røkkur júst aftur um stertarótina.

Gronin er fløt, og sæð niður á hana, er hon rundað framman. Andahol aftan fyri eyguni.

Eyðkenni: Ringhávur hevur ringskapaðar blettir á baki og síðum. Hann er svartur inni í kjaftinum. Hann hevur lága gotfjøður,ið er heldur longri enn uggafjaðrarnar.

Týdningur: Hann hevur lítlan ella ongan fiskivinnuligan týdning.

da: Ringhaj, en: Blackmouth catshark, fr: Chien espagnol, ís: Hringaháfur, no: Ringhå - Hågjel, tý: Fleckhai

Útbreiðsla: Ringhávur er frá Vesturafrika, inn í Miðjarðarhavið og til Norðurnoregs. Við Bretsku Oyggjarnar og undir Føroyum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Eygnalokshávar Carcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Reyðhávaættin (Scyliorhinidae)
  • Kambhávaættin (Pseudotriakidae)
  • Slætthávaættin (Triakidae)
  • Bláhávaættin (Carcharinidae)

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar.

Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017