• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Rossamakrelur, tindamakrelur (rossamakrelættin)
Trachurus trachurus (Linné, 1758)

Stødd: Rossamakrelur verður upp í 70 cm, tó sjáldan longri enn 40 cm.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur, men fæst við botnin eisini. Hann gongur ofta í torvum. Sjáldan djúpari enn 100-200 m, men er fingin niðri á 600 m.

Litur: Hann er grønligur-blágráur við grønligum farra um bakið. Hann er ljósari, silvurskin um síðurnar. Hann er hvítur undir búkinum. Hann hevur lítlan, svartan blett ovast á kápuni.

Teinar: R1 VI; R2 I + 29-34; G II + 24- 32.

Lýsing: Rossamakrelur er tjúkkastur um miðjuna og spískur í báðum endum. Hann hevur tvær ryggfjaðrar umleið eins til hæddar. Tann fremra er lítil og tríkantað. Bert eitt lítið glopp er millum ryggfjaðrarnar. Hin aftara byrjar beint frammanvert miðjan fiskin, og kemur aftur til klingruna. Hann hevur langa gotfjøður, ið tó er styttri enn aftara ryggfjøður. Framman fyri gotfjøðurina eru tveir ella tríggir smáir teinar, meira ella minni í sambandi við bleytaru teinarnar í gotfjøðurini. Uggafjøðurin er long og spísk og kemur aftur um fremra enda á aftaru ryggfjøður. Búkfjøðurin er lítil, umleið til helvtar í longd sum uggafjøðurin. Hann hevur stórt høvd. Strikan hevur sera hvassa roðslu og er bogin oman fyri uggafjøðurina. Sterturin er nógv sýldur. Klingran er kløn.

Eyðkenni: Ógvuliga sjónlig, hvøss roðsla er eftir strikuni, serliga aftast. Hann kennist harður, beinutur. Bletturin á kápuni.

Týdningur: Rossamakrelur verður nógv veiddur til ídnað aðrastaðni, men undir Føroyum fæst so lítið, at hann hevur ikki nevniverdan týdning.

da: Hestemakrel, en: Horse mackerel – Scad, fr: Cinchard, ís: Brynstirtla, no: Hestemakrel - taggmakrell, tý: Stöcker

Útbreiðsla: Rossamakrelur er frá Marokko til Asoroyggjarnar og norður til Føroya og Íslands. Hann er eisini í Norðsjónum, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum og sløðist møguliga til USA og Venesuela.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017