• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Seilur (seilaættin) 
Gonostoma elongatum Günther, 1878

Stødd: Seilur verður í minsta lagi 27 cm.

Dýpi: Hann er úr 50 niður á 400 m um náttina, niður á 1200 m ella enn djúpari um dagin.

Litur: Hann er dimmur, myrkt brúnur, svartur. Síðurnar eitt sindur silvurblankar. Fjaðrarnar eru smáprikkutar.

Teinar: R 13-14; U 12 (13); B 8; G 29-32 (28).

Lýsing: Seilur hevur høgan og smalan kropp, sum breitt knívsblað. Hann hevur lítið høvd, smá eygu frammarlaga á gronini og stóran kjaft. Ovara kjaftbein gongur heilt aftur til kápuna. Hann hevur hvassar tenn, um enn ikki so langar. Hann hevur eina ryggfjøður, fremri endi er umleið mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður mitt millum ryggfjøður og stert, smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar tætt aftur móti tí longu gotfjøðurini. Gotfjøðurin byrjar heldur fremri enn ryggfjøðurin og kemur næstan aftur til tann nógv sýlda stertin. Stór ljósgøgn eru niðast á síðunum og um sporlið, 2 ljósgøgn niðast á klingruni, dupult rað framman fyri gotfjøðurina.

Eyðkenni: Smali kroppurin, liturin, lítla høvdið, langa gotfjøðurin og ljósgøgnini niðast á síðunum.

Týdningur: Seilur hevur ikki vinnuligan týdning.

en: Elongated bristlemouth fish, fr: Gonostome a grandes dents, ís: Kjálkastirnir:

Útbreiðsla: Seilur er norður ímóti Íslandi og Føroyum. Í flógvum sjógvi í øllum heimshøvunum uttan Miðjarðarhavinum. Undir Føroyum er hann fingin í botntroli 35 fjórðingar í útnyrðing úr Mykinesi og í flótitroli suður av Munkagrunninum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Ljósfiskar Stomiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 53 slektir og 391 sløg:

Av teimum eru undir Føroyum skrásettar 3 ættir við 7 slektum og 8 sløgum:

  • Seilaættin (Gonostomatidae)
  • Silvurøksættin (Sternoptychidae)
  • Ljósfiskaættin (Stomiidae)

Yvirhøvur smáir fiskar, ið hava ljósføri runt um á kroppi og høvdi. Summir hava finnu. Nakrir hava roðslu, aðrir ikki. Summar av fjaðrunum mangla á nøkrum sløgum. Onkrir hava fitifjøður undir sporlinum. Flestir eru dimmir á liti, og nakrir eru silvurblankir. Ljósfiskar eru bæði djúpt og ovarlaga í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017