• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Síl, Eyrriði (laksaættin) 
Salmo trutta trutta Linné, 1758

Stødd: Síl verður upp í 140 cm langt. Í Føroyum eru tey stóru sjósílini um 85 cm, kanska nakað longri, og vatnasíl fara sjáldan upp um 65 cm. Áarsílini eru væl minni, tey stóru kanska um 40 cm. Hendinga síl størri enn hetta eru tó fingin í Føroyum.

Dýpi: Sjósílini eru ovarlaga í sjónum og nær landi. Okkurt sjósílið er kortini fingið á dyrging út frá landi. Áarsíl og vatnasíl halda til ávikavist í áum og vøtnum.

Litur: Sílini eru broytilig í liti, alt eftir umstøðunum. Sjósíl í sjónum eru dimm, blágrønlig um bakið og blonk um síðurnar. Tey eru hvítlig/ gulhvít undir búkinum. Svartir, smáir blettir eru um kjálkar, bak og liðir. Liturin broytist í gýtingini um heystið, tey verða brúnlig. Stór vatnasíl í størru vøtnunum kunnu eisini verða litt soleiðis sum sjósíl, um enn nakað kámari, men vanliga eru vatnasíl brúnlig við reyðum og svørtum blettum og hvítan ring rundan um blettirnar. Áarsíl eru brún um bakið, við blonkum síðum og gullig, rómalitt undir búkinum. Blettirnir á síðunum eru svartir og reyðir, ofta við hvítum ringi rundan um blettirnar. Ein farri av gyltum um síðurnar og silvurlitur um búkin er ikki óvanligt. Fiskurin í síli er ljósareyður.

Teinar: R 11-15; G 9-14.

Lýsing: Síl er smidligur fiskur. Tað hevur eina ryggfjøður mest sum mitt á bakinum. Tað hevur eina fitifjøður oman á sporlinum. Eina gotfjøður undir sporlinum. Sterturin er rættiliga stórur. Búkfjaðrarnar eru aftarlaga undir búkinum. Uggafjaðrarnar sita fremst og niðast á uggunum. Kjaftbeinini røkka aftur um eyguni. Anadromur fiskur.

Eyðkenni: Sjósíl, vatna- og áarsíl eru sami fiskur, ið bert hava ymsar liviumstøður. Sjósíl líkist nógv laksi. Sílið hevur smáar roðslur, millum 13 og 16 frá fitifjøðurini til strikuna. Sjósílið hevur fleiri svartar blettir enn laksurin, er heldur hyldligari, høvdið er størri og klingran tjúkkari. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir í miðjuni rættiligir tindar. 2-5 teir ovastu og niðastu eru meira knútukendir.

Týdningur: Sum heimaveiða hevur sílið nakað av týdningi.

da: Ørred, en: Trout, fr: Truite, ís: Urriði, no: Ørret, tý: Forelle

Útbreiðsla: Sílið er, umframt í Føroyum og Íslandi, úr Hvítahavinum til Portugals. Tað er í Bretsku Oyggjunum, umframt í áum og vøtnum víða um í hesum londum. Síl eru flutt og sett út í mongum ymsum londum, m.a. í Kanada, Avstralia, Nýsælandi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Laksafiskar Salmoniformes

Laksafiskahópurin hevur eina ætt við 11 slektum og 66 sløgum:

  • Laksaættin (Salmonidae)

Í Føroyum eru 3 slektir og 5 sløg, harav tann eina ættin við tveimum sløgum, er ikki upprunalig í Føroyum, men er komin úr alibrúkum her og aðrastaðir.

 Langvaksnir og smidligir fiskar. Teir hava eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður.

Øll sløgini gýta í feskum vatni, men nøkur teirra vaksa upp í sjónum. Hesi seinnu eru anadrom.

Hjá havgangandi fiskum er liturin bládimmur um bakið, og síðurnar eru blankar við dimmum blettum. Fiskur í feskvatni er oftast brúnligur ella gulgráur við blettum, men í stórum vøtnum eisini littir sum teir í sjónum, tó kámari.

Fiskurin í laksafiskum er, við onkrum undantøkum, reydligur.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017