• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Sild (sildaættin)
Clupea harengus Linné, 1758

Stødd: Sild verður upp í 47 cm til longdar, men er tó sjáldan yvir 40 cm.

Dýpi: Sild er úr vatnskorpuni niður á meira enn 200 m. Norðhavssildin stendur stundum heilt niður á 450 m. Er vanliga djúpari um dagin enn um náttina. Sild er uppsjóvarfiskur, men fæst tó ofta við botnin.

Teinar: R 13-21; G 12-23; B 9; Ry 55-59

Litur: Myrkablá á bakinum og silvurlitt um síðurnar og undir búkinum.

Lýsing: Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur nógv sýldan stert. Roðslan er stór og situr leys. Hon hevur undirbit. Fæst bæði við land og til havs.

Eyðkenni: Sild er átøk brislingi, men kennist frá honum, m.a. við tað at kjalarskrubbið hakar ikki í, tá strokið verður frameftir. Umleið 60 roðslur eru mitt aftur eftir síðunum. Búkfjaðrarnar hava 9 teinar.

Týdningur: Sild er virðismikil fiskur. Undir Føroyum eru tríggir sildastovnar. Teir eru norðhavssildin, sum eisini kallast atlantoskandiska sildin. Hinir eru tveir meira støðufastir stovnar, várgýtandi og heystgýtandi sild, sum halda til inni á firðunum og á landgrunninum.

da: Sild, en: Herring, fr: Hareng commun, ís: Síld, no: Sild, tý: Hering

Útbreiðsla: Sild er í Atlantshavinum úr Biskeiavíkini til Grønlands, norður móti Jan Mayen, Svalbarð og eystur móti Novaja Semlja, í Hvítahavinum og Karahavinum. Eisini er hon í Eystarasalti og Norðsjónum. Vestanfyri úr Grønlandi til South Carolina. Hon er eisini undir Íslandi, Føroyum og Noregi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sildafiskar Clupeiformes

Hópurin hevur 5 ættir við 84 slektum og 364 sløgum.

Av hesum er undir Føroyum bert tann eina ættin, við 3 slektum og 4 sløgum:

  • Sildaættin (Clupeidae)

Sildafiskarnir eru smáir til miðalstórir fiskar. Teir hava stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, og teir hava ikki fitifjøður.

Teir eru uppsjóvarfiskar, nøkur sløg ganga í torvum. Meginparturin av sildafiskunum livir í sjónum, men nøkur sløg eru anadrom og nøkur eru í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017