• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Sildakongur, sildasterril (sildakongaættin)
Regalecus glesne Ascanius, 1772

Stødd: Sildakongur verður upp í einar 7 metrar langur.

Dýpi: Hann er miðsjóvarfiskur úr 20 m niður á 1000 metra dýpi.

Litur: Hann er silvurlittur um allan kroppin við myrkum strikum og blettum á skák niðureftir ymsastaðni. Fjaðrarnar eru blóðreyðar, og høvdið er bláligt.

Lýsing: Sildakongur er serligur við síni longd og klæna og hávaksna bendilsskapi. Tað fremsta á ryggfjøðurini er krúnuskapað og hevur skræðulepar á endunum. Ryggfjøðurin annars er long, heilt av nakkanum aftur í stertin. Búkfjaðrarnar eru ógvuliga langar og mjáar. Hann hevur heilt smáar uggafjaðrar. Gotfjøður er ikki, men hann hevur nakrar kambfjaðrakendar vøkstir undir kjølinum. Stertur er lítil ella eingin. Skræðan er roðsluleys, men er nakað sett við smáum knyklum. Strikan er bein og gongur niðan fyri miðjuna á síðunum og endar uppi oman fyri eyguni.

Eyðkenni: Tað langa bendilsskapið. Litirnir, fjaðrarnar og ’krúnan’ fremst á ryggfjøðurini.

Týdningur: Sildakongur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Sildekonge, en: Ribbonfish, fr: Roi des harengs, ís: Síldakongur, no: Sildekonge, tý: Heringskönig

Útbreiðsla: Sildakongur sæst sjáldan, men hann er onkuntíð rikin á land í Føroyum, í Íslandi og Noregi. Yngul er funnið í Miðjarðarhavinum. Hann heldur til bæði nær landi og úti á víðum havi. Frá Norðurnoregi suður um Afrika, frá Hvarvinum til Falklandsoyggjarnar. Hann er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Fagurfiskar Lampriformes

Hópurin hevur 7 ættir, 12 slektir og 21 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 3 ættir við 3 slektum og 3 sløgum:

  • Laksastyrjuættin (Lampridae)
  • Silvurkalvaættin (Trachpteridae)
  • Sildakongaættin (Regalecidae)

Tey sløgini, ið eru við Føroyar, eru stórir fiskar við reyðum fjaðrum.

Ein er fagurlittur, mest reydligur um kroppin, nakað køggutur og høgvaksin, hinir báðir eru langir, smalir og silvurskínandi. Fiskarnir úr hesum hópinum síggjast sjáldan við Føroyar, og onkur teirra er yvirhøvur sera sjáldsamur.

Bert bleytar teinar í fjaðrunum. Fagurfiskar eru um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017