• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Silvurkalvi (silvurkalvaættin) 
Trachipterus arcticus (Brünnich, 1788)

Stødd: Silvurkalvi verður upp í 3 metrar til longdar.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur úr vatnskorpuni niður á 600 m.

Litur: Fjaðrarnar eru reyðar, og kroppurin er silvurblankur. Einir 4-5 dimmir blettir eru eftir síðunum undir ryggfjøðurini.

Teinar: R 150-190.

Lýsing: Kroppurin hevur mest sum bendilsskap, langur, tunnur og hávaksin. Silvurkalvi hevur eina rættiliga vælvaksna ryggfjøður, av nakkanum aftur móti klingruni. Fremstu 5-6 teinarnir stinga nakað upp um hinar, eitt sindur duskakendir. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar, men onga gotfjøður. Sterturin er upprendur. Høvdið er stutt og lítið. Tannleysi kjafturin er lítil og stendur eitt sindur fram úr fiskinum. Eyguni eru rættiliga stór. Á gomlum fiskum kann duskurin á ryggfjøðurini vera burtur og eisini sterturin, og búkfjaðrarnar eru minkaðar ella eru burtur.

Eyðkenni: Silvurkalvi líkist í litum og skapi sildakongi, tó silvurkalvin verður ikki so langur, og hann er eisini lutfalsliga hægri.

Týdningur: Silvurkalvi hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Vågmær, en: Dealfish, fr: Ruban, ís: Vogmær, no: Sølvkveite, tý: Spanfisch

Útbreiðsla: Hann sæst av og á undir Føroyum. Hann svimur seg viðhvørt upp á land ella spælir sær í vatnskorpuni innansyndis. Hann er onkuntíð fingin á laksalínu undir Føroyum og eisini á tráðu í Sandagerði í Tórshavn, og av og á fæst hann eisini í nútíðar stóru flótitrolum. Er í Norðuratlantshavinum, við Noreg, undir Íslandi og av Hvarvinum til Portugals og Marokko.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Fagurfiskar Lampriformes

Hópurin hevur 7 ættir, 12 slektir og 21 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 3 ættir við 3 slektum og 3 sløgum:

  • Laksastyrjuættin (Lampridae)
  • Silvurkalvaættin (Trachpteridae)
  • Sildakongaættin (Regalecidae)

Tey sløgini, ið eru við Føroyar, eru stórir fiskar við reyðum fjaðrum.

Ein er fagurlittur, mest reydligur um kroppin, nakað køggutur og høgvaksin, hinir báðir eru langir, smalir og silvurskínandi. Fiskarnir úr hesum hópinum síggjast sjáldan við Føroyar, og onkur teirra er yvirhøvur sera sjáldsamur.

Bert bleytar teinar í fjaðrunum. Fagurfiskar eru um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017