• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Sjókarpi (karpaættin)
Spondyliosoma cantharus
(Linné, 1758)

Stødd: Sjókarpi verður upp í 60 cm langur, vanliga um einar 30 cm.

Dýpi: Hann er bæði við botnin og uppi í sjónum úr 5 m niður á 300 m.

Litur: Hann er silvurgráur við blá-, grøn-, ljósareyðlittum farra um síðurnar. Gronin og høvdið framman eru dimmari. Á síðunum eru nakrar veikar, gyltar strikur, meira og minni samanhangandi. Fjaðrarnar eru dimmar, sterturin hevur svarta rond aftan.

Teinar: R XI + 10-13; G II + 9-11; U 14- 15.

Lýsing: Sjókarpi er tunnur og nakað hávaksin fiskur. Lítið skarð er í høvuðumhvarvinum oman fyri eyguni. Hann hevur roðslu á kápu og kjálkum. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina gotfjøður, ið er minni enn helvtin av ryggfjøðurlongdini. Uggafjøðurin er eitt sindur spísk og er umleið 28% av heildarlongdini. Uggafjøðurfestið er undir fremra enda á ryggfjøðurini, og spíssurin røkkur til oman fyri fremra enda á gotfjøðurini. Búkfjaðrarnar koma næstan til gotið. Høvdið er lítið og tríkantað. Eygnatvørmátið er næstan líka langt sum tranturin. Hann hevur stóran og eitt sindur sýldan stert. Strikan er frá kápuni til miðjan stertin og fylgir boganum á ryggfjøðurini. Í strikuni eru 66-75 roðslur.

Eyðkenni: Høgi og tunni fiskurin, blanka útsjóndin.

Týdningur: Sjókarpi verður nakað veiddur til matna aðrastaðni.

da: Havrude, en: Black seabream, fr: Dorade grise, no: Havkarudse, tý: Seekarpfe - Streifenbrassen

Útbreiðsla: Í 2003 varð ein fingin í Nólsoyarfirði, men hann er annars ókendur undir Føroyum. Hann er frá Skandinavia til Namibia, runt Bretsku Oyggjarnar, í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum, við Madeira, Kanariuoyggjarnar og Grønhøvdaoyggjarnar.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017