• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Skøta (skøtuættin)
Dipturus batis Linné, 1758

Stødd: Skøta kann verða upp í 285 cm long. Vanlig longd 1-1,75 m. 

Dýpi: Hon er úr 10 m niður á 600 m.

Litur: Á bakinum er hon brúnlig, olivengrá, oftast bleikt, óregluliga sprøklut við nøkrum ljósari, gulbrúnum blettum og strikum á bakinum. Viðhvørt hómast ein kámur ljósur rundingur á hvørjum rava á skák aftur frá eygunum. Undir búkinum er hon ljós, øskugrá ella blágrá við nógvum smáum, svørtum blettum, ið minna  um frøknur. Blettirnir eru tættastir á fremra parti. Oftast er hon svartgrómut undir høvdinum.

Lýsing: Henda skøtan verður nevnd skøta fram um aðrar skøtur. Hon hevur langa gron, millum 2,5 og 3,5 ferðir ennibreidd. Skøta broytist nakað við aldrinum. Á ungum skøtum er ravakanturin framman næstan beinur. Á eldri skøtum er ravakanturin framman innbendur. Píkarnir á skøtu eru broytiligir eftir kyni og aldri. Ungar skøtur hava nakrar fáar stórar píkar við eyguni og eitt rað mitt aftur eftir halanum. Eldri fiskar hava mist hesar píkar og fáa í staðin eitt rað hvørjumegin á halanum. Onkuntíð síggjast skøtur, ið hava øll trý røðini.

Eyðkenni: Skøta hevur altíð ein ella tveir píkar millum ryggfjaðrarnar og smáar dimmar blettir blindumegin. Bert svartaskøta hevur eisini slíkar dimmar blettir blindumegin.

 

Týdningur: Skøta verður avreidd sum annar fiskur.

da: Skade, en: Blue skate – Skate, fr: Pocheteau gris, ís: Skata, no: Storskate, tý: Glattrochen

Útbreiðsla: Skøta er frá Marokko, Asoroyggjum og Madeira, úr vestara Miðjarðarhavi til Norðurnoregs og Íslands. Hon er vanlig undir Føroyum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017