• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Smáblettuti reyðhávur (reyðhávaættin)
Scyliorhinus canicula (Linné, 1758)

Sbtødd: Smáblettuti reyðhávur verður upp í 1 metur, men vanliga er hann um 75 cm langur.

Dýpi: Hann er úr 10 m og vanliga ikki longri niður enn 100 metra dýpi, tó í Miðjarðarhavinum niður á 400 metrar.

Litur: Smáblettuti reyðhávur er gráreydligur ella brúnligur á bakinum og um síðurnar, við nógvum dimmum blettum á stødd við eygnasteinin. Blettirnir eru eisini á fjaðrunum, men ikki undir búkinum, har hann er gulhvítur.

Lýsing: Smáblettuti reyðhávur er langur og kimiligur. Hann hevur lítið høvd og lítlan stert og heldur smáar fjaðrar. Fremra ryggfjøðurin situr aftanvert miðjan fiskin, aftara situr aftarlaga á sporlinum. Aftari endi á gotfjøðurini er beint áraka fremra enda á aftaru ryggfjøður. Sterturin er lítið upprendur. Andahol aftan fyri eyguni.

Eyðkenni: Liturin og blettirnir. Hann hevur lítla gotfjøður.

Týdningur: Her á landi hevur hann ikki vinnuligan týdning.

da: Småplettet rødhaj, en: Small-spotted catshark, fr: Petite roussette, ís: Deplaháfur, no: Raudhå, tý: Kleingefleckter Katzenhai

Útbreiðsla: Smáblettuti reyðhávur er fram við landi í Miðjarðarhavinum. Frá Vesturafrika til Bretsku Oyggjarnar, Norðsjógvin og Skagerrak til Vestlandið í Noregi. Smáblettuti reyðhávur er bert veiddur undir Føroyum fáar ferðir og er tá fingin inni við land.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Eygnalokshávar Carcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Reyðhávaættin (Scyliorhinidae)
  • Kambhávaættin (Pseudotriakidae)
  • Slætthávaættin (Triakidae)
  • Bláhávaættin (Carcharinidae)

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar.

Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017