• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Smáskrubbuti glámur (glámaættin) 
Alepocephalus agassizii
Goode & Bean, 1883

Stødd: Smáskrubbuti glámur verður upp í 90 cm langur.

Dýpi: Hann er á dýpum úr 600 m niður á 2500 m.

Litur: Óskalaður er hann svartur, men trolveiddur er hann brúnligur, tí slipa og roðsla eru sjavað burtur.

Teinar: R 15-18; U 10-12; B og G 16-18.

Lýsing: Bulurin er hægstur um uggafjaðrarnar. Hann hevur eina lága ryggfjøður aftan fyri miðjan ryggin og aftur móti klingruni. Undir henni, heldur aftari, er ein gotfjøður umleið somu stødd. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, sýldan stert. Eyguni eru størri enn gronin frammanfyri, og aftari kantur á eygunum er framman fyri miðjuna á høvdinum. Høvdið er longri enn bulahæddin. Hann hevur smáar roðslur. Ovara kjaftbein er umleið undir aftaru trom á eygnasteininum. Hann hevur beina striku.

Eyðkenni: Longdin á kjaftinum, liturin, smáu roðslurnar, langa høvdið, teinatalið, og at hann hevur eingi ljósgøgn.

Týdningur: Smáskrubbuti glámur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Agassiz glathovedfisk, en: Agassiz smooth head, ís: Berhaus

Útbreiðsla: Smáskrubbuti glámur er onkuntíð fingin út av Lúsabanka, er annars frá Vesturafrika norður til Íslands og Grønlands. Hann er eisini við bankar og tindar í Atlantshavinum. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann frá Honduras til Davisfjørð.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Glitfiskar Argentiniformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg.

Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:

  • Gulllaksaættin (Argentinidae)
  • Blálaksaættin (Microstomatidae)
  • Angaættin (Platytroctidae)
  • Glámaættin (Alepocephalidae)

Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki.

Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra.

Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017