• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Smátindabak (tindabaksættin)
Notacanthus bonaparte Risso, 1840

Stødd: Smátindabak verður upp í umleið 40 cm langt.

Dýpi: Tað er við botnin og uppi í sjónum úr 700 m niður á 2000 m.

Litur: Smátindabak er grátt til reyðblátt. Kápukantarnir eru dimmir.

Teinar: R V-IX; G XI-XIV +100-140; U 9-12;

Lýsing: Smátindabak er langur og smalur fiskur. Tað er nakað hávaksið, smalkar aftureftir út í ein lítlan stert. Ryggfjøðurin er bert eitt rað av píkum. Tað hevur langa gotfjøður, fremst píkar og bleytar teinar aftast. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar og sita aftur móti gotinum. Tað hevur smáar uggafjaðrar.

Høvdið er væl longri enn kropshæddin. Smátindabak hevur framstandandi og avrundaðan trant. Kjafturin er lítil og situr væl inni undir trantinum, aftur undir eyguni. Tað hevur langa kápu.

Eyðkenni: Kjafturin kemur aftur undir eyguni. Fremsti ryggpíkur er aftari enn búkfjaðrafestini.

Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Bonapartes pigål, en: Shortfin spiny eel, ís: Smábroddabak, no: Bonapartes piggål

Útbreiðsla: Smátindabak er í Atlantshavinum, úr Grønlandsfirði suður til Móritania og vestara part av Miðjarðarhavinum. Tað er eisini fingið undir Íslandi. Sjáldsamur fiskur undir Føroyum, men smátindabak er fingið sunnan fyri Føroyabanka og har um leiðir.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Tindabaksfiskar Albuliformes

Hópurin hevur 3 ættir, ið hava 8 slektir og 30 sløg:

Undir Føroyum er ein ætt við eini slekt og tveimum sløgum:

  • Tindabaksættin (Notacanthidae)

Langir fiskar, kroppshæddin er nakað størri enn breiddin. Lítið høvd og lítlan kjaft, ið er inni undir gronini.

Ryggfjøðurin er berir beinteinar. Gotfjøðurin er við hørðum teinum fremst og bleytum aftast. Búkfjaðrarnar eru afturi móti gotinum. Sterturin er elalítil. Nakrir av tindabaksfiskunum hava ljósgøgn.

Botnfiskar á djúpum vatni, ið liva um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017