• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Snípuállur (snípuállaættin)
Nemichthys scolopaceus
Richardson, 1848

Stødd: Snípuállur verður í mesta lagi 130 cm langur.

Dýpi: Hann er úr vatnskorpuni niður á 2000 m, møguliga heilt niður á 6000 m. Hann fæst vanligast úr 4-500 m niður á 1800 m.

Litur: Hann er brúnligur, dimmur á bakinum. Svartur undir búkinum og um búkfjøðurina.

Lýsing: Snípuállur er langur og klænur. Ein fiskur, sum er 1 metur til longdar, er ongastaðni tjúkkari enn 1,5 cm í tvørmát.

Hann hevur langt og klænt nev, tað ovara er bogið uppá, tað niðara niðurá. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, tær eru ávikavist av nakka og úr goti og enda í spíss aftast á fiskinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Gotið er heilt frammi undir búkinum.

Eyðkenni: Tað óvanliga skapið, liturin, og ikki minst nevið, og tað, at ryggfjøðurin byrjar fremri enn uggafjøðurin.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Langhalet sneppeål, en: Slender snipe eel, fr: Anguille bècasse, ís: Snípuáll, no: Sneppeål, tý: Bekkasinefisch

Útbreiðsla: Snípuállur er í øllum heimshøvunum, norður og suður móti tí kalda sjónum í Arktis og Antarktis. Hann fæst av og á í føroyskum sjógvi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Állafiskar Anguilliformes

Hópurin hevur 15 ættir, ið hava 141 slektir og umleið 791 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum skrásettar 5 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í
part:

  • Állaættin (Anguillidae)
  • Djúpállaættin (Synaphobranchidae)
  • Snípuállaættin (Nemichthyidae)
  • Havállaættin (Congridae)
  • Trýnisállaættin (Serrivomeridae)


Állafiskar eru eyðkendir við sínum langa og klæna skapi. Teir hava ikki búkfjaðrar, summi sløg hava heldur ikki uggafjaðrar.

Nøkur sløg hava ein beinleysan skræðulepa til stert, onnur hava ongan stert.

Állafiskar av ættini Anguillidae eru katadromir. Hinar ættirnar liva alt lívið í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017