• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Spegilsprikkafiskur (prikkafiskaættin)
Lampadena speculigera
Goode & Bean, 1896

Stødd: Upp í 20 cm langur.

Dýpi: Í dagslýsi úr 460 niður á 950 metrar, í myrkri úr 60 niður á 750 metrar.

Litur: Svartur, helst eisini silvurglitrandi.

Teinar: R14(13-15); G14(13-15). Táknatindar: 6-7 + 1 + 13 (12-14, sjáldan 11 ella 15), til samans 19-22 (sjáldan 23).

Lýsing: Spegilsprikkafiskur er hyldligur fiskur, rundligur í tvørskurði. Høvdið er um 28,5% av standardlongdini. Hann hevur breiða og høga klingru. Eina ryggfjøður mitt á rygginum, eina gotfjøður undir sporlinum. Smáar búkfjaðrar aftarlaga undir búkinum. Smáar uggafjaðrar. Rættiliga stóran, sýldan stert. Fitifjøður oman á sporlinum. Høvdið er langt og stórligt. Stór eygu frammarlaga á gronini. Eyguni eru um 34% av høvuðlongdini. Ljósgøgn, 2 á kápuni, 4 beint aftan fyri kápuna. Eitt rað við 21 ljósgøgnum hvørjumegin kjølin og 4 uppi á hvørji síðuni. Eitt sera stórt ljósgagn oman á klingruni, og eitt líka stórt undir. 

Eyðkenni: Tey bæði stóru ljósgøgnini á klingruni. Á vaksnum fiski støddin.

Týdningur: Hevur ikki havt vinnuligan týdning.

da: Spejlhalet prikfisk, en: Lanternfish, ís: Gljálaxsíld

Útbreiðsla: Norður til 66ºN í Atlantshavinum. Er fingin í Landsynningsgrønlandi, undir Íslandi og Føroyum. Frá Suðurportugal og Vesturafrika vestur um Asoroyggjarnar og norður móti Íslandi. Vestanfyri í Atlantshavinum millum 35ºN og 48ºN og annars í Atlantshavinum suður til 48ºS. Er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Prikkafiskar Myctophiformes

Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum.

Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Prikkafiskaættin (Myctophidae)

Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti.

Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu.

Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017