• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Spískaskøta (skøtuættin)
Dipturus oxyrinchus Linné, 1758

Stødd: Spískaskøta verður í mesta lagi 150 cm long.

Dýpi: Hon er á dýpum millum 50 m og 900 m.

Litur: Bakið er brúnt, viðhvørt grábrúnt, við heldur stórum, ljósum blettum og strikum. Undir búkinum er hon gráhvít-grábrún við døkkum blettum og strikum.

Lýsing: Eitt rað við 4-11 píkum er mitt eftir halanum. Vaksnir fiskar hava ofta meira ella minni mist hesar píkar, men fáa í staðin eitt rað hvørjumegin á halanum. Viðhvørt er ein, viðhvørt eingin píkur millum ryggfjaðrarnar. Hon hevur smáar píkar við eyguni og langa gron, 5-6 ferðir ennibreiddina. Ravakantarnir framman eru týðiliga innbendir, við meira ella minni bylgjutum sniði. Skivuskapið aftan fyri ravahornini er mest sum í ein hálvboga, útbent.

Eyðkenni: Tann spíska gronin, ongar píkar uttan teir fáu á halanum og kanska við eyguni.

Týdningur: Spískaskøta hevur lítlan vinnuligan týdning.

da: Plovjernsrokke, en: Longnosed skate, fr: Pocheteau noir, ís: Plógskata, no: Plogskate – Spissrokke, tý: Spitzchnauziger Roche

Útbreiðsla: Spískaskøta er frá Hetlandi inn í Oslofjørðin og frá Tromsø suður til Asoroyggjarnar, Kanariuoyggjarnar, Madeira, Marokko og inn í Miðjarðarhavið.
Fæst av og á í føroyskum sjógvi.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017