• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Stavsild (sildaættin)
Alosa fallax (Lacepède, 1803)

Stødd: Stavsild verður í mesta lagi um 60 cm, vanliga 20-40 cm.

Dýpi: Hon er uppsjóvarfiskur, bæði inni við land og til havs. Stavsild gýtir í blandingsvatninum niðast í stóru áunum á meginlandinum.

Litur: Hon er blágrøn á bakinum, hevur gylta kápu, silvurhvít um síðurnar og undir búkinum.

Ofta við blettum frá kápuni og aftur á hálvan fiskin. Blettirnir eru einir 6-7 í tali.

Teinar: R 18-21; G 19-23; Ry 55-59;

Lýsing: Stavsild hevur sildaskap. Kropshæddin við uggafjaðrarnar er minni enn høvuðlongdin. Hon hevur hvøss kjalarskrubb frá øsinum aftur til gotið. Hon hevur eina ryggfjøður, ið situr beint framman fyri miðjuna. Yvirkjafturin hevur eina týðiliga kloyvu í miðjuni. Kjaftarnir báðir eru eins til longdar, tó hava ungir fiskar lítið yvirbit. Kápan er ríput á skák niður aftureftir. Bulurin er nakað høgur og flatur. Sterturin er nógv sýldur. Táknatindarnir eru 40-60 á fremsta táknaboga (inni í boganum).

Eyðkenni: Táknatindarnir, ríputa kápan, blettirnir eftir síðunum. Hon sæst sjáldan.

Týdningur: Stavsild hevur lítlan vinnuligan týdning.

da: Stavsild, en: Twaite shad, fr: Finte, ís: Augnasíld, no: Stamsild, tý: Finte

Útbreiðsla: Undir Íslandi er hon, tó ikki á Norðurlandinum. Undir Føroyum, í Norðsjónum, í Eystarasalti, suður til Marokko, fram við landi um alt Miðjarðarhavið og í syðra parti av Svartahavinum. Av og á er hon veidd inni á firðum í Føroyum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sildafiskar Clupeiformes

Hópurin hevur 5 ættir við 84 slektum og 364 sløgum.

Av hesum er undir Føroyum bert tann eina ættin, við 3 slektum og 4 sløgum:

  • Sildaættin (Clupeidae)

Sildafiskarnir eru smáir til miðalstórir fiskar. Teir hava stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, og teir hava ikki fitifjøður.

Teir eru uppsjóvarfiskar, nøkur sløg ganga í torvum. Meginparturin av sildafiskunum livir í sjónum, men nøkur sløg eru anadrom og nøkur eru í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017